Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í dag fyllir ein kendur klaksvíksingur Søren Ziska Jacobsen sekstifimm ár

Eyðfinn Reyðberg

Í hesum sambandi verður dagurin hátíðarhildin við móttøku og hátíðarhaldi við ábiti í Skálanum í Klaksvík í dag frá klokkan 17:00 til 21:00.Søren Ziska Jacobsen er handilsmaður av góða gamla slagnum, men sum veruliga hevur dugað at tikið nýggjar og broyttar tíðir til sín. Hann hevur verið handilsmaður alt sítt lív. Tað er kanska ikki so løgið, tí Søren fekk handilsskap inn við móðirmjólkini, tí foreldrini høvdu handil á Varpinum í Klaksvík, har faðirin Hans hjá Hansen handlaði. Hans hevði somuleiðis eyðkendu hvítu kioskina við reyðum sprossum við leikvøllin í Klaksvík.

Í hesum sambandi verður dagurin hátíðarhildin við móttøku og hátíðarhaldi við ábiti í Skálanum í Klaksvík í dag frá klokkan 17:00 til 21:00.
Søren Ziska Jacobsen er handilsmaður av góða gamla slagnum, men sum veruliga hevur dugað at tikið nýggjar og broyttar tíðir til sín. Hann hevur verið handilsmaður alt sítt lív. Tað er kanska ikki so løgið, tí Søren fekk handilsskap inn við móðirmjólkini, tí foreldrini høvdu handil á Varpinum í Klaksvík, har faðirin Hans hjá Hansen handlaði. Hans hevði somuleiðis eyðkendu hvítu kioskina við reyðum sprossum við leikvøllin í Klaksvík.

Søren flutti niðan í Garðin at búgva, og fekk sær matvøruhandil í miðhæddini í sethúsunum, beint inn frá vegnum. Hetta var í 1971, so Søren var bert 22 ára gamal, tá hann byrjaði sum sjálvstøðugur.

Seinni fóru Søren og konan Morid eisini í gongd við ítróttar- og frítíðarklæðir, skógvar og aðra útgerð til ítrótt og frítíð. Kjallarin í Garðinum varð tikin uppí, og seinni máttu tey sjálvi flyta út, tí brúk var eisini fyri ovastu hæddini.

Tá sølan av ítróttar- og frítíðarklæðum vaks nógv og tørvur var á størri hølum, valdu Morid og Søren at keypa bygningin á Klaksvíksvegnum mitt í Klaksvík, og fluttu tey ítróttarhandilin inn har í 2007.

Tá harðast leikaði á, og handlar lótu aftur í 2009, valdu tey at lata upp ítróttarhandil á Tvøroyri. Hetta var gjørt eftir áheitan frá suðringum, ið vildu hava sín egna ítróttarhandil. Handilin á Tvøroyri hevur síðan gingið væl.

Ítróttarhandilin kallaðist í mong ár Sportmaster, men broytti navn seinasta ár til Z-Sport. Sportmaster í Danmark valdi at selja alt virksemi til stóran útlendskan kapitalgrunn, ið nú eigur og rekur Sportmaster handlarnar í Danmark. Síðan yvirtøkuna hjá kapitalgrunninum, hevur tað gingið minni gott, og talan hevur verið um stórt hall. Eitt sum hesin kapitalgrunnur nú hevur innsæð er, at hvør tann einasti handil hevði sína sál, við tí eigara, sum rak handilin. Tá sálin er burtur, er ikki so lætt at fáa tað at bera til.

Hetta vita Morid og Søren. tey hava lagt alla sína tíð og orku í handilsvirksemi, og tá vitjað verður inn í ítróttarhandilin hjá teimum, so merkir tú, at her ert tú meira enn vælkomin, her er ein sál í handlinum, sum tey bæði hava lagt í hann.

Tað er eisini her at partur av loyndarmálinum liggur, skalt tú handla skalt tú eisini dáma at møta fólki og loysa teirra tørv á tínum øki. Og ikki óvæntað, so sær Søren nýggju tíðina sum ein møguleika, har handilin í dag hevur vitjandi úr øllum landinum hvønn dag, so hóast føðingardagsbarnið rundar tey sekstifimm, so heldur hann at tað ongantíð hevur verið meira spennandi at hava handil í Klaksvík, enn júst í dag.

Søren Ziska Jacobsen hevur stóran áhuga í tí sum hendir í Klaksvík, serstakliga á handilsøkinum. Tað liggur honum nógv á hjarta at handilslívð skal hava tað gott og blóma, og hann er ikki smæðin fyri at fara inn á gólvið hjá borgarstjóranum og geva honum góð ráð á hesum øki, tá hetta er neygugt. Hetta hevur eisini givið sítt útslag í millum annað byggisamtyktina fyri miðbýin, ið gjørdi hana meira smidliga og gav handilslívinum betri møguleikar fyri menning.

Handilsfelagið í Klaksvík er eitt av hjartamálunum hjá Søren. Hann var við at stovna handilsfelagið, og hevur verið virkin í handilsfelagnum líka síðan, og hann gongur nógv uppí at skapa samanhald og felags boðskap í handilsfelagnum hóast talan ofta er um handlar, ið kappast sínamillum.

Í dag er sonur Morid og Søren, Hans Pauli eisini virkin í ítróttarhandlinum, har hann hevur arbeitt í mong ár. Tey eiga eisini sonin Martin, ið er sjómaður.

Søren Ziska Jacobsen hevur serstøk lyndiseyðkenni. Hann er sera áhugaður í tí sum fyriferst bæði í heimbýnum Klaksvík, men eisini úti í heimi. Hann er altíð áhugaverður at tosa við, tí áhugaøkið er so mikið breitt, at uttan mun til hvat tosað verður um, so hevur hann altíð eina grundvitan um evnið, sum ger samrøðuna áhugaverda. Søren er blíður av lyndi, dugir væl at síggja tað stuttliga í støðuni, og hevur greiðar og jaligar meiningar. Hann óttast ikki at siga sína hugsan, eisini tá okkurt er at finnast at, men tá hann dugir sera væl at fara við fólki, so verður altíð lurtað serliga væl, tá Søren sigur sína hjartans hugsan.

Í dag er almenn móttøka í Skálanum, í samband við at Søren fyllir 65 ár. Øll eru hjartaliga vælkomin at heilsa uppá føðingardagsbarnið ímillum kl. 17 og 21.

Les eisini áhugaverda samrøðu, sum John William Joensen hevur her á Norðlýsinum við føðingardagsbarnið.

Hjartaliga tillukku góði vinur.

Eyðfinn Reyðberg