Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian R. Mouritsen væntar at blíva klárur

Jákup Ósá

HB profilurin greiðir frá um sína støðu viðvíkjandi einum langtíðarskaða.

Christian R. Mouritsen hevur líka síðani í juni bundið frið frá fótbóltinum vegna skaða. Men sjálvur væntar hann at vera klárur til kappingarbyrjan.

Christian R. Mouritsen var ein av mest eyðsýndu leikarunum hjá HB í 2013. Í 2014 fór ein skaði í fótinum at arga og líka síðani í juni hevur Christian sitið uttanfyri. Men vónirnar eru góðar fyri at blíva klárur til komandi kappingarár, har Christian hevur sáttmála við HB.

– Eg havi tað, sum kallast fyri hælspor. Hetta er undir høgra fóti og ger, at eg ikki havi fingið spælt. Eg havi bundið frið síðani í juni, men eri byrjaður at renna aftur nú. Eg havi ikki sparkað enn, so eg veit ikki, hvussu støðan er, men í løtuni eri eg ikki heilt frískur. Læknarnir siga, at hetta kann taka upp til 12-18 mánaðir at fáa burtur, men eg trúgvi fult uppá, at blíva klárur til komandi kappingarár. Ætlanin er at byrja at venja fyrst í januar og so fáa vit at síggja, sigur Christian R. Mouritsen og staðfestir, at hann er ”svangur” eftir at sleppa at spæla aftur.

Les eisini:

Christian Mouritsen hevði flest assist

Christian Mouritsen við í flest málum