Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stream.fo: 50. árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni

Oliver Joensen

Sunnukvøldið 14. desember, kl. 20:00 verður árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni. Hetta er 50. jólakonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri. Konsertin verður stroyma beinleiðis á alnótini

Sunnukvøldið 14. desember, kl. 20:00 verður árliga jólakonsertin í Christianskirkjuni. Hetta er 50. jólakonsertin hjá Klaksvíkar Hornorkestri. Konsertin verður stroyma beinleiðis á alnótini (Trýst her). Harafturat hoyrist konsertin á FM 98,7 í Klaksvík.

Umframt Klaksvíkar Hornorkestur verða Kirkjukórið í Christianskirkjuni og Hans Andrias Jacobsen / Pætur við Keldu við.

Á skránni eru kendir jólasálmar, sangir og felagssangur.

Hanus á Gørðum, prestur, hevur andakt.

Konsertin er tann 50. jólakonsertin í røðini, sum Klaksvíkar Hornorkestur fyriskipar í Christianskirkjuni. Hon hevur ígjøgnum árini verið sera væl vitjað, og verður sum nevnt, sunnukvøldið 14. desember kl. 20:00.