Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Verða jólini hvít í ár? – ikki heilt ómøguligt

Hanus Kjølbro, Sjónám

Ættin í dag er útsynningur; vindferðin liggur um eitt stívt andøvsgul til hvassan vind, 10 til 15 m/s – tó at fleiri vindmátarar hjá Landsverki siga frá munandi meiri vindi. Tað eru landafrøðiligu viðurskifti, ið eru orsøkin til stóra munin í máldari vindferð.

Ættin í dag er útsynningur; vindferðin liggur um eitt stívt andøvsgul til hvassan vind, 10 til 15 m/s – tó at fleiri vindmátarar hjá Landsverki siga frá munandi meiri vindi. Tað eru landafrøðiligu viðurskifti, ið eru orsøkin til stóra munin í máldari vindferð.

Ættin fer at liggja um útsynningin allan dag; vindferðin fer at vera sum hon er nú í ein stóran part av degnum, men so líðandi fer vindurin at minka eitt sindur. Kaldi vindurin kemur av leiðunum við Norðpólin, og hann kann gerast óstøðugur í løtum. So verður heglingur og torusláttur. Í aðrar mátar kunnu kavaælingar væntast í dag – eisini vátaslettingur.

Veðrið í dag og teir næstu dagarnar fer at vera stýrt av einum lágtrýsti, sum í morgun er statt miðskeiðis ímillum Føroyar og Ísland. Tað fer at liggja yvir okkara leiðum í dag, í morgin og jólaaftan. Lágtrýstið dregur kalda luft at sær – eisini kalda luft av Norðpólinum.

Kalda luftrákið inn yvir Føroyar fer at halda á teir næstu dagarnar. Í dag og í morgin fer luftin ein lítlan umveg vestur um Ísland, áðrenn hon rakar okkum, men frá seinnapartinum í morgin – Tollaksmessudag – fer kalda luftin at koma beint inn yvir okkum frá Norðpólinum. Soleiðis er í øllum førum ein treyt fyri kava á jólum til staðar. Men kuldin er ikki einsamallur nøkur vissa fyri kava – avfall má eisini vera. Í løtuni sæst einki brúgvalag við avfalli vera ávegis hendavegin at raka okkum jólaaftan – tó kann kava í støðum; serliga har fjøllini eru høg norðalaga í Føroyum.

Jóladag kunnu vit vænta avfall við kava, tá ið eitt brúgvalag ætlandi er yvir okkum seint fyrrapartin ella um middagsleitið. Jóladag er kalt luftrák inn yvir Føroyar ein part av degnum – út á dagin verður ættin aftur útsynningur. Í fyrstanini verður kuldin tann sami sum jólaaftan, men um kvøldið eiga vit at merkja eitt sindur lýggjari luft, enn hon var kvøldið fyri.

Annan jóladag verður eitt lítið lot úr útsynningi – seinni landsynningi, og tíðarskeið við regni.