Vit hava funnið vinnararnar til sudokukappingarnar í Norðlýsinum, og sigast má at fólk vóru glað og ovfarin fyri vinningarnar.
Vit hava funnið vinnararnar til sudokukappingarnar í Norðlýsinum, og sigast má at fólk vóru glað og ovfarin fyri vinningarnar.
I-PAD frá NEMA. NEMA er ein av størstu KT fyritøkum í Føroyum og veitir alskyns tænastur innan KT. Men tey selja eisini annað mangt so sum teldur og annað gott og so eisini sera vælumtóktu I-PADarnar frá Apple. – Fært tú ein I-PAD í hondina, so sleppur tú honum ikki aftur, hann fer heilt víst at fylgja tær sum hundurin restina av lívinum.
Og vinnarin er Sylvia Thomsen, Hvannasund
WEBERGRILL frá KBI, sum hevur eitt virði uppá 3495,- kr. WEBERgrillin er bara toppurin av góðsku, tá talan er um grillir og KBI hevur eitt sera breitt úrval av amboðum og øðrum góðum bæði til vinnu og privat, men harumframt eisini gass til grillina. Ein WEBERGRILL er ikki at forsmáa.
Og vinnarin er Tórálvur Mohr, Tórshavn
Gávukort frá INN í Klaksvík uppá 1500,- kr. INN er ein lokalur Klaksvíkshandil. Handilin var upprunaliga partur av INN handlunum, men síðani er hesin keyptur burturúr og koyrir sjálvstøðugt í Klaksvík og er ein av størstu matvøruhandlunum her, so har er lag á manni at keypa inn fyri 1500,- kónur.
Og vinnarin er Frida Hansen, Klaksvík
Z-sport gávukort uppá 500 krónur. Z-sport er sum kunnugt kendi ítróttarhandilin hjá feðgunum Hans Paula og Søren Z. Jacobsen, ið hevur høvuðsstøð í Klaksvík og deild á Tvøroyri, tað eru klæðini, skógvarnir, bóltarnir og annað mangt til ítróttarfólkini og okkum onnur, ið teir bjóða.
Og vinnarin er Johnhild Kjærbo, Vágur
FØROYA BJÓR 1. kassi av sodavatn. Føroya Bjór hevur sjálvsagt breitt úrval av drykkivørðum, men tað verður ein kassi av sodavatni vit fara at draga um.
Og vinnarin er Hanna Paula Hejnesen, Leirvík
Allir vinnararnar hava fingið boð
Norðlýsið ynskir øllum hjartaliga tillukku og eini gleðilig jól




