Í dag kl. 16 var hámessa í meir enn full settu Christianskirkjuni í Århus, sum liggur í norðara partinum av Århus – við endan av Norges Alle, har vit í grannalagnum búðu hjá skyldfólki.
Tað var Esper Thidemann, prestur, sum hevði prædikuna í kirkjuni í dag og var tað onkursvegna heimligt at koma í hesa kirkjuna, sum vit hava vitja nakrar ferðir, kanska eina helst av navninum. Kirkjan er vígd í 1958.
Men tað undraði ikki sørt, at tað skuldu vera so nógv fólk í kirkju, at neyðugt varð at seta fleiri stólar afturat eftir miðskipinum og úti við veggirnar. Søgur ganga annars frá, at kirkjurnar í Danmark tømast spakuliga. Prestur tók til, at í dag mundu eini 1,5 mill fólk leita sær í kirkjurnar í Danmark.
Alatartalvan í kirkjuni minnir ikki sørt um ta, sum Fridtjof Joensen hevur gjørt til Glyvra Kirkju.
Kirkjan hevur egna virkna heimasíðu,www.christianskirken.dk og hevur annars ein meira lættan stíl, enn vit eru von við. M.a. vórðu sálmarnir og tekstirnir, sum lisnir vórðu, vístir á stórskíggja. Mitt undir prædikuni vísti presturin eitt lítið brot frá eini serstakari hending undir eini OL á stórskíggjanum, sum hann so brúkti í prædikuni, tá ið hann helt fram.
Undir sanginum, har tað var eitt niðurlag, rópti presturin á kirkjufólkið og bað tey syngja væl við – Ikki tað, vit eru von við í eini føroyskari kirkju. Undarligt var at syngja “Glade jul” við fýra versum, í mun til okkara “Gleðilig jól” við trimum versum, sum vit halda, ikki kann leggjast nakað afturat.
Tá ið guðstænastan var liðug, kom presturin, Esper Thidemann fram á kórsgáttina og segði; Nú gera vit, sum vit plaga jólaaftan – Øll taka í hondina á hvørjum øðrum og so rópa vit: Gleðilig jól, tá ið eg havi talt uppí trý. Og so rungaði eitt harðmælt Gleðilig jól.
Eftir hesa “løttu guðstænastu”, við sama boðskapi og kørmum, vit annars kenna, vóru fyrstu jólini erlendis byrjað og sósini og dunnuni, við fingu aftaná, bilti einki.




