Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunning um makrelfiskiskapin í ES-sjógvi

Oliver Joensen

27-12-2014 17.12 Kunning um makrelfiskiskapin í ES-sjógvi í 2015.
Í samband við, at kunnngerð um skipan av fiskiskapinum eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi, varð lýst í gjár, hin 26. desember 2014, skal Fiskiveiðeftirlitið boða frá, at umsóknir um fiskiloyvi, ið lúka treytirnar í § 17 í kunngerðini, verða viðgjørdar mánadagin, hin 29. og týsdagin hin 30. desember 2014. Hetta skal skiljast soleiðis, at fiskiloyvi til ES sjógv og norskan sjógv verða latin skipum, ið eru útgjørd, at fiska við nót ella uppsjóvartroli og sjálvi kunnu taka fiskin inn og samstundis hava útgerð og orku, at hagreiða, køla og frysta veiðuna. (sí brot úr kunngerðini niðanfyri)

Kunngerð nr. 141 frá 22. desember 2014 Kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2015
§ 17. Eftir umsókn og við loyvi frá VØRN kunnu fiskifør við loyvi sambært §§ 5-12, sum eru útgjørd til at fiska við nót ella uppsjóvartroli, sjálvi kunnu taka fongin inn og sum hava útgerð og orku at hagreiða, køla ella frysta veiðuna, fáa atgongd at fiska makrel í norskum og ES sjógvi. Køling er RSW, Refrigerated Sea Water, ella CSW, Chilled Sea Water, køling í tangum ella kørum, har temperatururin á fiskinum verður lækkaður soleiðis, at hann skjótt kemur niður á umleið 0ºC, svarandi til kuldan á bráðnandi ísi, og at fiskurin heldur sær køldur undir goymslu umborð. K. 141/22.12.2014 um at skipa fiskiskapin eftir makreli við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2015