Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guð signi tykkum fróu menn

1.

Guð signi tykkum fróu menn,

tit kvøðið fagnarlag,

um Jesus Kristus, frelsaran,

ið føddist jóladag,

oss bjargaði úr Sátans hond,

tá syndin hevði ræð.

O, gleðiboð um frøi og troyst,

frøi og troyst.

O, gleðiboð um frøi og troyst.


2.

Í Beltehem í fjósinum,

hann føddur varð á nátt,

og lá í eini krubbu,

tá sólin skein á gátt,

har móðirin, Maria,

ei fallin var í fátt.

O, gleðiboð um frøi og troyst,

frøi og troyst.

O, gleðiboð um frøi og troyst.


3.

Frá Guði, himnafaðiri,

ein sælur eingil kom,

til hirðarnar á markini,

bar gleðiboð so von,

um frelsaran, sum føddur varð

í fjósi undir lon.

O, gleðiboð um frøi og troyst,

frøi og troyst.

O, gleðiboð um frøi og troyst.


4.

“Tit óttist ei, tit hirðar,

lat ongan ótta rá,

tí føddur er ein frelsari,

sum allan sigur fá.

Hann fullkomin í øllum er,

so Sátan flýggja má!”

O, gleðiboð um frøi og troyst,

frøi og troyst.

O, gleðiboð um frøi og troyst.


5.

Og hirðarnir í sál og sinn

teir fróir gjørdust har.

Ein stjørna yvir Betlehem

á leiðina teir bar,

frá seyðinum á markini

til fjósið, har hann var.

O, gleðiboð um frøi og troyst,

frøi og troyst.

O, gleðiboð um frøi og troyst.


6.

Teir fóru so til Betlehem,

har Kristusbarnið, lá.

Teir funnu hann í krubbuni,

har oksar ótu strá,

og móðirin, Maria,

í bøn á knøum lá.

O, gleðiboð um frøi og troyst,

frøi og troyst.

O, gleðiboð um frøi og troyst.


7.

Um Jesus Krist nú kvøða hátt

vit øll á hesum stað.

Í kærleika og brøðralag,

umfevnast vit so glað,

tí eingin høgtíð metast kann

við sælan jóladag.

O, gleðiboð um frøi og troyst,

frøi og troyst.

O, gleðiboð um frøi og troyst.



Lag: God rest you merry gentlemen

Yrkjari: Ókendur, Bretland

Kelda: HYMNS OLD&NEW – New Anglican edition

Týðari: Ólavur Eysturdal, 2. november 2014