Formaðurin í Fiskimannafelagnum fegnast um at tað gongur væl hjá pørtum av vinnuni og serliga pelagiska flotanum. Besta lønin sum limur í Føroya Fiskimannafelag fekk í 2014 var kr. 859.000,- sum er ein góð løn, men sum tó er munandi lægri enn um limir okkara høvdu eins góðan sáttmála sum t.d. ein vanligur lærari.
Formaðurin í Fiskimannafelagnum fegnast um at tað gongur væl hjá pørtum av vinnuni og serliga pelagiska flotanum. Besta lønin sum limur í Føroya Fiskimannafelag fekk í 2014 var kr. 859.000,- sum er ein góð løn, men sum tó er munandi lægri enn um limir okkara høvdu eins góðan sáttmála sum t.d. ein vanligur lærari.
– Eg haldi at tað er einki forgjørt at menn tjena nógvar pengar, tí hetta má eisini síggjast í mun til arbeiðstíðina, men tað tykist sum um alt politiska orðaskifti snýr seg um teir partar av vinnuni, sum hevur tað gott, meðan eingin tosar um teir partar har tað ikki gongur gott. Meginparturin av limum okkara hava eina vanliga løn og tjena munandi minni í mun til arbeiðstíðina enn tey sum hava eitt nú alment starv.
Besta lønin er um 3 mió. Kr.
Dimmalætting kunngjørdi fríggjadagin at manningarpartarnir hjá bestu skipunum lógu úr 2,2 mió. kr. niður til 616.000 kr., men havast skal í huga at fyri tey flestu skipini í nótaflotanum eru tvær manningar og tí kann verða trupult at meta um hvat menn tjena tí størstu manningarpartarnir skulu deilast í tvey ella trý.
Men skiparar fáa upptil 1,7 manningarpart afturat og um vit brúka hægstu dekkara lønina í 2014 sum útgangsstøði, so er kann besta skiparalønin liggja upp móti trimum mió. Kr. í 2014.
———
Nakrar av bestu lønunum í almenna geiranum:
Aðalstjórar eru tænastumenn í lønarflokki 39, t.e. 54.339,50 kr. um mánaðin. Haraftrat fáa teir eina aðalstjóraviðbót 5.094,67 kr. um mánaðin. Tvs. Kr. 713.210,04 um árið.
Løgmansstjórin er í lønarflokki 40, t.e. 59.638,87 kr. um mánaðin (+ aðalstjóraviðbót). Tvs. Kr. 776.802,48
Ein vanligur yvirlækni fær soleiðis 62.563,61 kr. um mánaðin, fast, umframt pensjónsgjøld 17,5% og vaktargjøld o.a. Rættiliga vanligt er, at ein yvirlækni fær millum 1 og 1,4 millión um árið.
Sjúkrahússtjórin á Landssjúkrahúsinum er áramálssettur. Fasta lønin er ájavnt tænastumannaflokkin 38, t.e. 50.792,50 kr. um mánaðin. Eftirlønargjald 15%. Harumframt fær hann eina áramálsviðbót 20%, t.e. 10.158,50 kr. um mánaðin. Tvs. 822.838,50 um árið.
Sjúkrahússtjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og sjúkrahússtjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, eru tænastumenn í lønarflokki 37, t.e. 46.808,08 kr. um mánaðin, tvs. Kr 561.696,96 um árið.
Stjóra lønin í almennu partafeløgunum er sera ymisk, m.a. kunnu vit nevna at stjórin í Atlantic Airways tjenar 2,4 mió. kr. um árið og Stjórin í Føroya Tele tjenar 1,8 mió. kr. um árið.




