Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kjølur nýggjan stjóra

Oliver Joensen

Hans Arni Bjarnason Thomsen tók í dag við stjórasessinum á Kjøli í Klaksvík. Hans Arni hevur seinastu 9 árini verið í starvi í Eik Banka, harav seinastu 6 árini sum ráðgevi á vinnudeildini hjá Eik.

Fráfarandi stjórin, Jákup Mikkelsen, sigur at tíðin var komin at yngri og nýggjari kreftir tóku við leiðsluni á Kjøli. Kjølur er ein fyritøka sum serliga vendir sær til vinnulívið, bæði á sjógvi og landi. Kjølur umboðar sera kendar fyritøkur og vørumerki sum Still trukkar, Mustad egningamaskinur, Texaco smyrjolju, Karcher, Frost knívar, Besma sápur, Mil-tek pressur, Unican, Bekina og fleiri onnur spennandi vørumerki. Talan er um eina spennandi fyritøku, sum veitur okkara vinnulívi dygdar vørur og góða tænastu

Hans Arni ivast ikki í at hetta fer at verða ein spennandi avbjóðing og eg eri sera takksamur fyri at hava fingið møguleikan, saman við sera dugnaligum starvsfólkum, at føra fyritøkuna Kjølur víðari framá, sigur Hans Arni.

Nýggja mobil nr. og email adressan hjá Hans Arna er 232301,habt@kjolur.fo