Talan er ikki um beinleiðis at “verja” føroysku garnaskipini mótvegis útlendskum trolarum, ið fiska uppsjóvarfisk. Útlendsku skipini, ið fiska uppsjóvarfisk, eru fevnd av somu økisásetingum, sum tey føroysku. Øll øki, ið eru stongd fyri trolveiði, eru eisini stongd fyri tey, ið fiska við uppsjóvartroli. Stongdu økini eru komin í lag, fyri at verja aðrar veiðihættir mótvegis troli.
Fyrispurningur um rættindi hjá skipum, sum fiska við faststandandi fiskireiðskapi í føroyskum sjóøki, settur Jacob Vestergaard, landsstýrismanni (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður
1. Hvørja verju hava føroysk garnaskip móti fremmandum trolarum, ið royna eftir pelagiskum fiskasløgum í føroyskum sjógvi?
2. Eru ásettar treytir í loyvunum hjá trolarunum, um ikki at koma á øki, har roynt verður við faststandandi reiðskapi?
3. Hvat verður frá almennari síðu gjørt fyri at tryggja, at garnaskip ótarnað kunnu dríva garnaveiðu á djúpum vatni uttan ótta fyri, at fremmand skip skulu trola flotini omanav?
Svar:
Til nr. 1.
Talan er ikki um beinleiðis at “verja” føroysku garnaskipini mótvegis útlendskum trolarum, ið fiska uppsjóvarfisk. Útlendsku skipini, ið fiska uppsjóvarfisk, eru fevnd av somu økisásetingum, sum tey føroysku. Øll øki, ið eru stongd fyri trolveiði, eru eisini stongd fyri tey, ið fiska við uppsjóvartroli. Stongdu økini eru komin í lag, fyri at verja aðrar veiðihættir mótvegis troli.
Til nr. 2.
Nei. Trolarar skulu tó halda seg uttan fyri leiðir, ið eru stongdar fyri trolveiði, sum greitt frá í svarinum til fyrra spurningin.
Til nr. 3.
Allar knattstøður, ið garnaskipini sambært kunngerð hava skyldu at senda VØRN, verða skrásettar og lagdar á heimasíðuna hjá VØRN, sum hevur upplýsingarnar merktar við føroyskum og enskum heiti. VØRN hevur annars ikki fingið nakra ábending frá garnaskipunum um, at tey verða darvað og missa reiðskap vegna troling. Fríggjadagin tann 12. desember fekk VØRN tó eina fráboðan frá skiparanum á ávísum garnaskipi um, at garnaknattstøðurnar ikki kundu fráboðast elektroniskt vegna onkra tekniska forðing, sum VØRN er í ferð við at kanna atvoldina til, og at ein útlendskur uppsjóvartrolari hevði trolað yvir reiðskapin.
Jacob Vestergaard
landsstýrismaður




