LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Sirið Stenberg heldur at vit eiga at hava eina skipan, sum tryggjar øllum økjum í landinum umboðan. Peningur hevur fingið alt ov nógv at siga í valstríðum, og fólk, sum ikki hava pening, ella atgongd til miðlar fara tí framyvir at fáa trupult at koma inn á ting.

NORÐLÝSIÐ:
Spurningar til løgtingslimir
Skulu Føroyar framhaldandi verða skipaðar sum eitt valdømi?
Er tað rætt at krevja bummgjøld í Norðoya- og Vágatunlunum eftir at íløgan er afturgoldin?
Sirið Stenberg svarar:
Viðvíkjandi valdømis skipanini. Eg helt ikki, at tað var rætt, at valdømis skipanin bleiv broytt á sinni. Og tað haldi eg framvegis ikkí. Haldi vit eiga at hava eina skipan, sum tryggjar øllum økjum í landinum umboðan. Haldi vit eiga at læra at tí sum er hent. Peningur hevur fingið alt ov nógv at siga í valstríðum, og fólk, sum ikki hava pening, ella atgongd til miðlar fara tí framyvir at fáa trupult at koma inn á ting. Tá hava vit ein fólkaræðisligan trupulleika, tí vanliga fólki fer ikki at vera umboða. So eg haldi man eigur at broyta skipanina aftur.
Viðvíkjandi bummgjøldum, so haldi eg, at vit eiga at finna eina skipan, sum tryggjar størri samhaldsfesti og rímiligheit. Tí haldi eg ferðaseðlakostnaðir/bummgjøld eiga at vera javnsett meira. Fara vit t.d. 5 vaksin við Smyrli so kostar ferðin um Suðuroyarfjørð 585 kr. meðan 5 fólk í bili gjøgnum tunlarnar gjalda undir 100 kr. Hetta er ikki rímiligt. Tí mugu vit fáa størri javnvág millum prísirnar, so øll fólk í landinum vera meira javnsett, og vinnulív kring landið verður kappingarført.