Kom og ger eitt telduspæl. Um tvær vikur skipar Íverksetarahúsið í
samstarvi við Føroya Tele fyri GameJam, har fólk fáa møguleika gera sítt
egna telduspæl frá grundini. Tað kostar einki, og øll kunnu melda seg
til
Hetta verður triðju ferð, at GameJam verður hildið í Føroyum. Tað er
viðkomandi fyri øll, sum hava áhuga fyri at gera telduspøl. Fyrr hevur
GameJam í Føroyum verið eitt sjálvstøðugt tiltak. Hesuferð verður tað
hildið saman við Global Game Jam í døgunum 23. til 25. januar 2015.
Ymiskir førleikar og eginleikar skulu til fyri at gera eitt telduspæl.
Forritarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar,
tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl.
Tað gongur í stuttum út upp á, at bólkar skulu gera eitt telduspæl frá
grundini innanfyri 48 tímar.
Tað kostar einki at vera við. Øll kunnu melda seg til føroyska Game Jam
á heimasíðuni globalgamejam.org/, og klikkja á ”Participate in a jam”.
Íverksetarahúsið skipar fyri í samstarvi við Føroya Tele, og tiltakið
fer fram í Klingruni í Hoyvík.
Global Game Jam er eitt stórt tiltak. Seinast vóru 23.198 luttakarar í
488 støðum og í 72 londum kring heimin. Tá vórðu fleiri enn 4000
telduspøl gjørd upp á eitt vikuskifti.




