Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vindurin fer at koma

Hanus Kjølbro, Sjónám

Fráboðaða illveðrið er ávegis. Tað tók eitt sindur longri tíð at koma heilt til okkara, enn veðurstovurnar høvdu mett av fyrstan tíð.Í løtuni er depilin í lágtrýstinum vestan fyri Mykines.

 Fráboðaða illveðrið er ávegis. Tað tók eitt sindur longri tíð at koma heilt til okkara, enn veðurstovurnar høvdu mett av fyrstan tíð.

Í løtuni er depilin í lágtrýstinum vestan fyri Mykines. Trýstið er komið niður í 938 hPa – bert fá hPa hægri trýst enn Jólaódnin í 1988. Lágtrýstið fer at flyta seg í landnyrðing. Vindurin fer at veksa um alt landið. í Suðuroy er vindurin vorðin nógvur. Heimasíða Landsverks sigur frá hvirlum upp í 30 m/s um alla oynna.

Tað er ikki óvanligt, at ferðin er ójøvn, hvussu skjótt lágtrýstini flyta seg. Hetta lágtrýstið hevur flutt seg við fullari ferð í gjár, men tað hevur staðið stilt í ein góða løtu í morgun.

Tað verður so brádliga, at allar Føroyar fara at merkja tað ringa veðrið. Byrjandi sunnanfyri fer tað at flyta seg norðureftir.

Ilt er í løtuni at siga, hvussu leingi veðrið herjar, men ein meting er, at eina ferð seint seinnapartin fer at minka.