Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dialysu sjúklingur í Klaksvík sleppur ikki til Havnar

John William Joensen

Vit hava stríðst at fáa Dialysuviðgerðina á Klaksvíkar Sjúkrahús og nú stendur einki til hjá Dialysusjúklingunum í Norðoyggjum, tí vit sleppa ikki á Landssjúkrahúsið vegna veður, skrivar Julius Poulsen umvegis Facebook

Vit hava stríðst í langa tíð, at fáa Dialysuviðgerðina á Klaksvíkar Sjúkrahús og nú stendur einki til hjá Dialysusjúklingunum í Norðoyggjum, tí vit sleppa ikki á Landssjúkrahúsið vegna veður, skrivar Julius Poulsen umvegis Facebook


“Ikki væl vorið í morgum, eg skal til dialýsu í Tórshavn KL. 09:00, her ongin tjansur at koma til Tórshavn. Nú vildi tað verið mega gott um dialýsan var á KL. Sjúkrahúsi. Eg havi plássi í Tórshavn í dag og so aftur mánadagin. Eg kann ikki bíða so leingi. Um ikki eg kann koma til Tórshavn kemur at standa illa til. Hettar er eitt dømi um hvussu umráðndi tað er at fáa dialýsuna á KL. Sjúkrahús. Tær flestu nyrasjúkrarøktarfrøðingarnir búgva uttan fyri Havnina, tær kunnu heldur ikki møta. Tað eru eisini nakrar nýrasjukrarøktarfrøðingar i havn. Tað eru fleiri við mær sum skulu til dialýsu i dag”.