Orðabøkur eru dýrgripir, og vit í Klaksvíkar kommunu vilja sjálvsagt tryggjað at atgongdin til hetta dýra tilfeingi verður so breið og løtt sum tilber – hjá øllum okkara borgarum, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børn og Ung.
Orðabøkureru dýrgripir, og vit í Klaksvíkar kommunu vilja sjálvsagt tryggjað atatgongdin til hetta dýra tilfeingi verður so breið og løtt sum tilber – hjáøllum okkara borgarum, sigur Jóhann Lützen, formaður í Trivnaðarnevndini Børnog Ung.
Kommunufelagið og Mentamálaráðið hava nú um vikuskiftið boðaðfrá einari avtalu teirra millum, sum hevur til endamáls at veita ikki bertskúlanæmingum, men eisini øllum borgarum ókeypis atgongd til orðabøkurnar hjáSprotanum um vegis internetið.
Men henda avtala fær bert gildi í teimum kommunum, sum takaundir við avtaluni, tí tað eru kommunurnar, ið skulu rinda fyri kommunupartinav hesari skipan.
Í Klaksvíkar kommunu eru góð útlit til, at allir borgarar faraat fáa lut í nýggju skipanini.
Jóhann Lützen, sum er formaður í Trivnaðarnevndini Børn ogUng, sum varðar av fólkaskúlanum í kommununi, slær nú fast á sínumFacebook-vanga, at bæði skúlanæmingar og allir borgarar í Klaksvíkar kommunufáa nú aftur ókeypis atgongd til nógv umrøddu netorðabøkurnar hjá Sprotanum.
– Seinastu tíðina hava vit hoyrt um samráðingar millumKommunufelagið, har Klaksvíkar kommuna er limur, og Sprotan, sum hevur givið útein hóp av orðabókum, sum skúlanæmingar hava stóra gleði og gagn av.
– Vit í Klaksvíkar kommunu skulu veita fyrsta floksundirvísingartilfar til okkara børn og ungu – har er eingin ivi – men nú havahesar samráðingar latið upp fyri enn einum møguleika, nevniliga at ikki bertallir skúlanæmingar, men allir borgarar kunnu fáa atgongd til hesar sera hentuorðabøkur, bæði í sambandi við arbeiði teirra og heima við hús – alt umvegisinternetið.
– Hesin seinasti møguleikin letur seg gera, fyri ein seraavmarkaðan meirkostnað fyri Klaksvíkar kommunu, og tí meti eg, at vit her íkommununi skulu útvega øllum okkara borgarum henda møguleika, skrivartrivnaðarnevndarformaðurin.
– Føroyska málið knýtir tjóðina saman, orðabøkur stuðla undirmálið og víðari eisini tilknýti okkara til aðrar tjóðir. Orðabøkur erudýrgripir, og vit í Klaksvíkar kommunu vilja sjálvsagt tryggjað at atgongdintil hetta dýra tilfeingi verður so breið og løtt sum tilber – hjá øllum okkaraborgarum.
– Forlagið Sprotin hevur ment eina netorðabókaskipan, sumtýðir føroyskt til og úr enskum, donskum, sponskum, týskum, russiskum ogitalienskum. Eina skipan, sum føroyskir skúlanæmingar fáa alstóra gleði av, ogsum almenningurin er fegin um.
– Sambært fólkaskúlalógini áliggur tað kommununi at rindafyri skúlabøkur og –amboð, so har er eingin ivi.
– Somuleiðis fegnist eg um, at avtalan við Sprotan kannvíðkast uttan tann stóra meirkostnaðin, soleiðis at hesar hentu orðabøkur kunnugerast atkomuligar fyri allar borgarar okkara, tí við hesum fáa øll í kommununiatgongd til eitt málsligt gullnám – til frama fyri málmenningina í landiokkara, skrivar Jóhann Lützen at enda um hetta málið.




