22. umfar í Premier League: Manchester City á øðrum plássi tekur í dag ímóti Arsenal á sætta plássi. Fyri bæði liðini er hesin dysturin serliga týdningarmikil. City má vinna, til tess at hanga í Chelsea á fyrsta plássi og Arsenal má vinna fyri at halda lív í vónini, um at koma í Champions League aftur komandi ár.

Manchester City hevur, sum nú er, 47 stig, ímeðan Chelsea hevur 52 stig á fyrsta plássi. Chelsea er sera væl koyrandi í løtuni, og fyri at leggja trýst á Chelsea, er neyðugt hjá City at skava trý stig saman í dag.
Kappingarárið hjá Arsenal hevur verið sera misjavnt í ár. Nógv óvæntað tap, sáddur ivi um at Arsene Wenger er rættur venjari og royking í brúsirúminum.
Sum nú er, hevur Arsenal 36 stig á sætta plássi, men við einum sigri í dag, kann Arsenal koma upp á eitt fimta pláss, sum bert er eitt stig aftanfyri Manchester United á fjórða plássi.
Dysturin byrjar klokkan 16.00.