Fyrra hálvan av valskeiðnum hjá sitandi býráð hevur roynst væl, og vit fara við góðum treysti undir seinnu hálvuna. Seinastu tvey árini hava Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin mannað meirilutan í Klaksvíkar býráð.
Fyrra hálvan av valskeiðnum hjá sitandi býráð hevur roynst væl, og vit fara við góðum treysti undir seinnu hálvuna. Seinastu tvey árini hava Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin mannað meirilutan í Klaksvíkar býráð.
Eg fekk ábyrgdina at leiða samstarvið sum borgarstjóri, og nú fyrra hálvan av valskeiðnum er farin afturum, kunnu vit líta aftur á tvey ár við fyrimyndarligum samstarvi og góðum avrikum.
Fleiri stór og týðandi mál, sum hava bíðað eftir loysn í nógv ár, eru loyst, og ítøkiligar ætlanir settar í verk. Eitt nú er byggingin av nýggjum fólkaskúla byrjað, og hetta er størsta verkætlan, sum Klaksvíkar kommuna nakrantíð hevur sett í verk. Spakin er eisini settur í til nýggjan miðbý, og har fara vit síggja ítøkiliga bygging komandi tíðina.
Meirilutin í Klaksvíkar býráð setti sær eisini fyri at lætta um umstøðurnar hjá barnafamiljunum, at skapa vinnuligan vøkstur, at tryggja fólkavøksturin og veita eina enn betri tænastu til okkara borgarar.
Vit hava gjørt nógv góð átøk hesi fyrstu tvey árini, og vit hava framt fleiri av okkara vallyftum. Arbeitt verður víðari við øðrum ætlanum, sum skulu førast út í lívið komandi tvey árini.
Á hesum síðum verður nortið við nakað av tí, sum arbeitt hevur verið við seinastu tvey árini, og staðfest verður, hvussu støðan er í Klaksvíkar kommunu, nú vit eru farin um hálva leið í hesum valskeiði.
Jógvan Skorheim,
Borgarstjóri
í Klaksvíkar kommunu




