Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

FSF arbeiðir við málinum

Jákup Ósá

Virgar Hvidbro greiðir frá, hvat FSF nú ger eftir rokið í Gundadali í gjárkvøldið.

Virgar Hvidbro greiðir frá, hvat FSF nú ger eftir hendingina í venjingardystinum í gjár millum HB og Víking, har dómarin bríkslaði dystin av eftir rok millum Poul Ingason og Hans Jørgen Djurhuus.

Í stuttum snúði roki seg um, at Poul Ingason og Hans Jørgen Djurhuus endaðu í einum roki, har Poul Ingason seinni fekk staðfest, at hann hevði brotið nøsina sum avleiðing av hesum rokinum. Í Víkingi hava teir víst á, at hendingin ikki er so einføld og roknað verður við, at Víkingur kemur við einari útmelding ein av komandi døgunum. Dómarin bríkslaði dystin av vegna hesa hendingina. Síðani hava fleiri sett sær spurningin, um hendan ógvusliga hendingin fer at fáa avleiðingar fyri nakran.

Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, sigur, at FSF enn onga støðu hevur tikið til, um FSF skal inn í málið.

– Vit fara nú at hyggja eftir, um vit hava heimild til at gera nakað í hesum førinum. Síðani fara vit at hyggja eftir, hvat okkara grannalond gera í slíkum føri. Og eftir alt hetta fara vit so at taka støðu til, um vit gera nakað við málið ella ikki, sigur Virgar Hvidbro við Norðlýsið.

Les eisini:

Advokatur: FSF onga heimild at revsa