Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Løgtingsformaðurin mælir til at gera eina nýggja valskipan

John William Joensen

Ein kanning sum Norðlýsið hevur gjørt vísir at ein meiriluti av løgtingslimunum ynskja eina nýggja valskipan og løgtingsformaðurin, er sannførdur um at verandi skipan má broytast. Formennirnir í Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum saman við einum meiriluta av løgtingslimum ynskja eina nýggja skipan har økisumboðanin verður tryggja. Meiriluti er tó ikki fyri at venda aftur til gomlu valskipanina.

Ein kanning sum Norðlýsið hevur gjørt vísir at ein meiriluti av løgtingslimunum ynskja eina nýggja valskipan og løgtingsformaðurin, er sannførdur um at verandi skipan má broytast. Formennirnir í Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Miðflokkinum saman við einum meiriluta av løgtingslimum ynskja eina nýggja skipan har økisumboðanin verður tryggja. Meiriluti er tó ikki fyri at venda aftur til gomlu valskipanina.

Løgtingsformaðurin, Jógvan á Lakjuni, verður gestur her á Nordlysid.fo kl. 13 í dag har vit fara at stroyma beinleiðis meðan vit umrøða valskipanina.

Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Jóhannesen,

sum sambært nýggjastu veljarakanningunum stendur til at vinna komandi løgtingsval, sigur at tað var sera ódemokratiskt tá 17 tinglimir broyttu valskipanina og gjørdu Føroyar til eitt valdømi.

– Eg haldi at vit eiga at fáa eina nýggja skipan sum tryggjar øllum økjum í landinum umboðan samstundis sum frítt er hjá veljarum at atkvøða fyri valevnum líkamikið hvar í landinum viðkomandi er uppstillaður.

Løgtingið eigur ikki at gera sum gjørt var seinast – nevniliga at broyta valskipanina beint undir eitt løgtingsval. Men tingið átti at viðgjørt uppskot til samtyktar sum greitt segði at man álegði landsstýrinum at seta ein bólk av serfrøðingum at gera eina nýggja skipan, sum tekur tað besta við einum og sjey valdømum. Tað hevur týdning at veljarin hevur møguleika at velja tann persónin sum er best egnaður, samstundis sum øll øki í landinum eru tryggja við umboðan í løgtinginum.

Høgni Hoydal svarar:

Sum eg nevndi longu undir viðgerðini av broytingini til eitt valdømi, so haldi eg, at vit eiga at endurskoða valskipanina við tí endamáli at tryggja best møguliga umboðan fyri alt fólkið og ymisleikan í samfelagnum. Eitt umboðandi fólkaræði má og skal tryggja, at øll fólk og ymsir samfelagsbólkar hava bestu møguleikar fyri ávirkan og umboðan, og at ikki ávísir bólkar hava framíhjárætt at seta seg á valdið.

Gamla skipanin tryggjaði ikki hetta og nýggja skipanin tryggjar hetta heldur ikki. Tí havi eg skotið upp hesa skipan fyri tí nevndini, ið skuldi endurskoða valskipanina:

Vit skulu aftur skipa sjey valdømi, men hvørt valdømi skal bert hava tvey valdømisvald umboð (tilsamans 14).

Tá ið funnið er fram til, hvat valdømisumboð er valt við fæst atkvøðum, so skulu hini eisini bert “kosta” tað sama talið av atkvøðum.

Øll restin av atkvøðunum skulu so gerast upp fyri alt landið – júst sum í einum valdømi. (Við verandi tingfólkatali verða sostatt 19 sessir valdir sum í einum valdømi.

Tað ber eisini til at skipa tað so, at veljarin hevur rætt at velja frítt um alt landið, hóast valevnni stilla upp í valdømum.

Á henda hátt fáa vit altso tað góða við gomlu skipaniia og tað góða við nýggju skipanini – og skapa eitt rættvíst umboðandi val.

Páll á Reynatúgvu svarar:

Tað eina valdømið hevur fyrst og fremst skapt eitt betri spælipláss hjá stórkapitalinum, og føroyskum strámonnum. Tey 7 valdømini tryggjaðu eina javnari menning av øllum føroyska samfelagnum. Tí var eg fyri, og tað eri eg framvegis.

Løgtingslimir halda at skipanin við bummgjøldum skal endurskoðast

Nú eru bert sjey tinglimir sum ikki hava svara Norðlýsinum og higartil er ikki meiriluti millum tinglimir at varðveita bummgjøldini í Norðoya- og Vágatunlunum, sum tey eru skipaði í dag. Ein sera tepur meiriluti sigur 

Tað eina valdømi hevur givið stórkapitalinum frítt spæl í fiskivinnupolitikkinum

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Páll á Reynatúgvu sigur at tað eina valdømið hevur fyrst og fremst skapt eitt betri spælipláss hjá stórkapitalinum, og føroyskum strámonnum. Tey 7 valdømini tryggjaðu eina javnari menning 

Vandi fyri at støði í undirsjóvartunnlunum lækkar um landið tekur yvir

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA:Reimund Langgaard skrivar at hann stúrur fyri um viðlíkahaldið og trygdin verður á einum nøktandi støði, um tunnlarnir verða lagdir undir Landsverk. Haldi annar, at allir undirsjóvatunnlarnir áttu at 

Sjey valdømir og sjey kommunur

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Eivind Jacobsen er sannførdur um at tað í samband við orðaskiftið um hvussu Føroyar verða skipaðar sum valdømir verður kníttur saman við hvussu Føroyar verða skipaðar sum 

Aksel V. Jóhannesen: Skipanin við einum valdømi skal broytast

Formaðurin í Javnaðarflokkinum, Aksel V. Jóhannesen, sum sambært nýggjastu veljarakanningunum stendur til at vinna komandi løgtingsval, sigur at tað var sera ódemokratiskt tá 17 tinglimir broyttu valskipanina og gjørdu Føroyar til eitt valdømi. Eg haldi 

Høgni Hoydal mælir til eina heilt nýggja valskipan og endurskoða bummgjaldi í undirsjóvartunnlunum

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Formaðuriní Tjóðveldi mælir til eina skipan sum byggir á tað góða við gomlu skipanini og tað góða við nýggju skipanini – og harvið skapa eitt rættvíst 

Meira demokratiskt við einum valdømi

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Edva Jacobsen heldur tað verða rætt at halda fast við eitt valdømi, men skipanin við bummgjaldi skal endurskoðast NORÐLÝSIÐ: Spurningar til løgtingslimir 

Ferðaseðlakostnaðurin við ferjum skal javnstillast við tunnilsgjøldini

 

Skipanin vil einum valdømi skal avtakast

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Kristin Michelsen, heldur at tað er púra rætt at halda áfram at krevja bummgjald í undirsjóvartunlunum eftir at íløgan er afturgoldin. NORÐLÝSIÐ:  

Eigur at bera til at finna eina betri valskipan

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Gunvør Balle svarar at hon heldur at eitt millumting millum at hava eitt og fleiri valdømir hevði verið skilagott. NORÐLÝSIÐ: Spurningar 

Peningur hevur við tí eina valdøminum fingið alt ov nógv at siga í valstríðnum

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Sirið Stenberg heldur at vit eiga at hava eina skipan, sum tryggjar øllum økjum í landinum umboðan. Peningur hevur fingið alt ov nógv at siga í valstríðum, og 

Tað eina valdømi avtoftar politiska virksemið úti um landi

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Jákup Mikkelsen heldur at vit síggja fleiri sera óhepnar avleiðingar longu nú og við tíðini fara vit at síggja eina politiska avtofting úti um landið. Tað ber ikki 

Eiga at halda fram at krevja tunnilsgjald

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Kári P. Højgaard heldur at, enn er so stutt fráliðið og broytingin í vallógini má sleppa at standa sína royndartíð. Tað er burturvið longu nú at tosa um, 

Føroyar eiga framhaldandi at verða eitt valdømi

LØGTINGSLIMIR VIÐMERKJA BUMMGJØLDINI Í UNDIRSJÓVARTUNNLUNUM OG VALDØMISSKIPANINA: Helgi Abrahamsen sigur at alt hatta økið við bumgjøldum, vegskatti og møguliga ferjugjøldum má takast upp í einum samlaðum høpi.