Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Símun Rógvi fylgdi hjartanum

Jákup Ósá

Símun Rógvi Hansen hevur nú funnið sær nýtt felag.

Símun Rógvi Hansen hevur nú funnið sær nýtt felag.

Málverjin, sum í 2013 var á A-landsliðnum og sum bleiv valdur til næstbesta málverja í Effodeildini, hevur fylgt hjartanum og fer at spæla við barndómsfelagnum B71. Tað skrivar heimasíðan jn.fo. Símun Rógvi hevur verið settur í samband við EB/Streym, men tað endaði við, at EB/Streymur gjørdi sáttmála við unga B36 málverjan Jákup Højgaard.
B71 spælir í ár í næstbestu deildini eftir uppflytingina í fjør.