Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, hevur givið Bjarna Djurholm eitt svar á Facebook, sum vit her endurgeva.
JóhanChristiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, hevur givið Bjarna Djurholm eittsvar á Facebook, sum vit her endurgeva.
Ótrúligt. Meir uttanumtos og undanførslur. Og nú eisinibeinleiðis álop á Eysturkommunu, frá Bjarna Djurholm. Hann hevur tíanverri alsikki skilt nakað av tí, eg havi skrivað. Við undarligum álopum á meg ogEysturkommunu, roynir hann at forsvara okkurt, sum eg ivist stórliga í, um hannsjálvur veit hvat tað er.
Haldi í veruleikanum, at hann skjýtur seg sjálvan alvorligaí fótin við hesum lesarabrævinum, um hann meinar at samanberingar millumkommunur eru trupulleikin fyri okkum. Tí vit hava ongar trupulleikar viðsamanberingum. Vit nýta tær nærum dagliga. Tað havi eg eisini alment boðað frá.
Skal upplýsa honum, at øll tølini, hann sipar til, eru gjørdvið teimum skipanum, sum vit í dag nýta. Tað er ongin orsøk til at yvirtakaaðrar skipanir til framhaldandi at gera hesa samanberingar, har vit enntá skulurinda fyri tær.
Annars kunnu øll, sum hava hug, fara inn á okkara heimasíðuog seta seg inn í útreiðslur v.m. hjá Eysturkommunu. Har liggja grafar o.s.fr.,sum lýsa gongdina í kommununi sera væl. So har er als onki, vit vilja fjala.
Eisini vil eg undirstrika, at vit hava altíð veriðviðspælarar, tá talan hevur verið um útleggingina av eldraøkinum.
Fakta er, at eldraøkið er útlagt til kommunurnar. Tí eigakommunurnar eisini at fáa ræðisrættin á økinum. Tað er ikki rætt, at mangjøgnum bakdyrnar snýkir eina sentralstýring inn, við undarligum krøvum ummannagongdir, kt-skipanir o.s.fr. Enntá við krøvum, sum landið ikki sjálvtkláraði at lúka.
Tað er fínt, at landsmyndugleikarnir seta nøkur yvirskipaðikrøv til kommunurnar. Men lat tey vera yvirskipaði. Tað er ikki rætt at áleggjakommununum, at tær skulu nýta ávísar skipanir, um tær ikki ynskja tað. Tað eruikki yvirskipaði krøv, tað er sentralstýring.
Annars kundi verið áhugavert at fingið upplýst, hvarborgararnir í Føroyum kunnu fáa innlit í samanberingar, eins og tær millumkommunurnar, sum liggja á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni, av eldraøkinum teyseinastu árini, meðan landið hevur umsitið málsøkið, sigur Jóhan Christiansen,borgarstjóri, at enda í svari sínum til Bjarna Djurholm.




