Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vestanvindur í dag

John William Joensen

Tað er vestan í morgun – vindferðin liggur um hvassan vind og skrið, 13 til 18 m/s. Veðurstøðir Landsverks vísa ymiska vindferð í morgun; tað er tí, at tað er so ymiskt við vesturættini, hvussu hon roynist í teimum ymisku plássunum kring oyggjarnar.

Klokkan 6 í morgun eru vit plaserað ímillum veðrið frá tveimum lágtrýstum. Annað er norðan fyri Ísland; hitt er sunnan fyri Kappan. Sum tað líður út á dagin í dag, fer lágtrýstið norðan fyri Ísland at flyta seg uppaftur longru burtur frá okkara leiðum, meðan lágtrýstið sunnan fyri Kappan fer at flyta seg nærri landi – t.e. fer í land við leiðina við sjálvan Kappan.

Veðrið í Føroyum fer ikki at broytast serliga nógv í dag. Ættin fer at broytast til útsynning einaferð seint í kvøld. Vindferðin fer at vera mestsum tann sama sum í morgun, kanska eitt sindur minni vindur eitt tíðarskeið í seinnapartin og í kvøld, men eftir midnátt fer vindurin at veksa aftur til ferð sum í morgun.

Í dag kunnu vit vænta ælingar við vátakava og heglingi. Í kvøld verður regn.

Eitt sindur køli er í morgun. Hitin liggur um 2 stig. Hetta verður hitin stóran part av degnum, men tá ið ættin fer at broytast til útsynning, fara vit at merkja lýggjari luft