Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Altjóða dómarar til tónleikakappingina Stella Polaris 2015

Tíðindaskriv

Dómsnevndin til tónleikakappingina Stella Polaris 2015 sum verður hildin í døgunum 19.- 21. februar í Norðurlandahúsinum, er nú mannað. Fimm dómarar eru, og ikki kann sigast annað enn, at fyrireikararnir hava fingið hendur á einum sera sterkum dómarapaneli.

Dómsnevndin til tónleikakappingina Stella Polaris 2015 sum verður hildin í døgunum 19.- 21. februar í Norðurlandahúsinum, er nú mannað. Fimm dómarar eru, og ikki kann sigast annað enn, at fyrireikararnir hava fingið hendur á einum sera sterkum dómarapaneli.

Í dómsnevndini eru 5 limir: Ein útlendskur dómsnevndarformaður, eitt umboð fyri Føroya Symfoniorkestur, eitt umboð fyri áhoyrarar, eitt umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla og eitt umboð fyri tónleikagreinina í breiðari merking.

Dómsnevndarforkvinna verður íslendski tónasmiðurin Mist Thorkelsdóttir. Umframt at undirvísa í tónasmíð hevur Mist Thorkelsdóttir verið leiðari á Iceland Academy of the Arts, og er nú leiðari á Academy of Music and Drama í Gøteborg.

Fyri tónleikagreinina í breiðari merking kemur kendi danski klaverleikarin Katrine Gislinge. Umframt eina yrkisleið sum klaverleikari, solistur og kamartónleikari, hevur Katrine Gislinge eisini verið dómari í fleiri altjóða kappingum.

Umboð fyri Tórshavnar Musikkskúla verður Martin Mouritsen, fyri Føroya Symfoniorkestur Bernharður Wilkinson og umboð fyri áhoyrarar verður Leif Hansen

Kappingin fer av bakkastokki við innleiðandi umførum 19. og 20. februar, og sjálv finalan verður í Norðurlandahúsinum leygardagin 21. februar kl. 19.00. EIK Banki stuðlar kappingini og Musikkskúlanevnd Tórshavnar Býráðs skipar fyri.