Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stolta hondbóltsfelagið Kyndil og Hondbóltssambandi hava trupulleikar við barnagentum

John William Joensen

Tá ein spælir hondbólt á hægsta stigið kann tað neyvan undra nakran at hetta passar illa saman við arbeiði og familjulívið, men nú hevur Kyndil fingið hægsta myndugleikan innan føroyskan hondbólt at flyta dyst í fremstu hondbóltsdeildini tí leikararhjá Kyndli hava trupulleikar at finna barnagentur meðan mamman spælir hondbólt úti á bygd.

FøroyaRíkisKringvarpið hevur gjørt nógv burtur úr tørvinum á fleiri barnagentum í høvuðsstaðnum og málið er nú ein beinleiðis hóttan fyri fremstu kvinnudeildina.

Dysturin skal avgreiðast mikukvøldið, 28.01, klokkan 20, men Andreas F. Hansen, venjari hjá Kyndli, segði við KVF, at kappingarnevndin hjá hondbóltssambandinum hevur ikki tikið atlit til trupulleikarnar, sum standast av hesum.

Sambart kvf sigur venjarin hjá Kyndil, at tað er trupult hjá leikarunum, sum hava arbeiði og børn, at ferðast til og liggja nátt í Suðuroy mitt í viku. Afturat hesum heldur hann, at Kyndil er fyri mismuni, tí mansliðið hjá Kyndli eisini skal spæla hálvfinalu í steypakappingini mikukvøldið, og at kvinnurnar tískil neyvan fáa nógvar kyndlafjepparar til Vágs at stuðla.

Og endin var at kappingarnevndin hjá HSF tók synd í Kyndils kvinnunum, og flutti dystin til fríggjakvøld?

HSF blotnaði tá tey frættu hvussu trupult tað var hjá Kyndils kvinnum at ferðast uttan børn og uttan viðhaldsfólk, tað longu leið til Suðuroyar???

Forkvinnan í VB hevur kært avgerðina men trupult er at meta um kæran far viðhald í HSF tá ítróttar felagsskapurin nú leggur dystir eftir nær barnagentur eru tøkar til hondbólts kvinnurnar í Havn.