Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaflokkurin tók meira pening frá barnafamiljunum seinasta valskeið

Nordlysid

Hóast umboð fyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð royna at rópa hart um lægri kommunu­skatt, nú tey sita í andstøðu, so vísa tølini, at seinasta valskeið, tá ið flokkurin var í meirilutanum og hevði borgarstjóran, tók kommunan munandi meira inn frá barnafamiljunum í kommunuskatti og barnaansingargjøldum, enn vit í sitandi býráðsmeiriluta gera í dag – og munurin økist.

Hóast umboðfyri Fólkaflokkin í Klaksvíkar býráð royna at rópa hart um lægri kommunu­skatt,nú tey sita í andstøðu, so vísa tølini, at seinasta valskeið, tá ið flokkurinvar í meirilutanum og hevði borgarstjóran, tók kommunan munandi meira inn frábarnafamiljunum í kommunuskatti og barnaansingargjøldum, enn vit í sitandibýráðsmeiriluta gera í dag – og munurin økist.

 

Í grein í vikuni skrivar Eyðstein Ó. Poulsen, sum er ein avlimum Fólkafloksins í Klaksvíkar býráð, millum annað, at “borgarstjórin fer lætt um hækkandi skattin í kommununi”, og at “borgarstjórin ikki stuðlar borgarliguhugsjónini, ið virðir grundhugsjónina um, at borgarin sjálvur umsitur best sínaegnu inntøku”. Sami býráðslimur hevur nú skrivað enn eina grein, har hannmillum annað skrivar, at “okkara fremstamál … [er] at lætta um hjá fólki”.

Hetta eru føgur orð, men so er eisini týdningarmikið at havagerðir aftan fyri síni orð, og tað er júst her, at flokkurin hjá samabýráðslimi hevur trupulleikar, um vit hyggja nærri at tí kommunskatti og teimumbarnaansingargjøldum, sum kommunan legði á barnafamiljurnar í farna valskeiði,tá ið flokkurin hevði leiðsluna av býráðsmeirilutanum.

Aftur mugu vit lata tølini tala:

Kommunuskattur og barnaansingargjøld

Hjún við 3 børnum

2011

2014

 

Ársinntøka, kona

300.000,- kr.

300.000,- kr.

 

Ársinntøka, maður

300.000,- kr.

300.000,- kr.

 

Kommunuskattur

22,25%

120.150,- kr.

22,00%

118.800,- kr.

 

Botnfrádráttur

30.000,- kr.

30.000,- kr.

3

Barnafrádráttur

4.000,- kr. pr. barn

-12.000,- kr.

4.500,- kr. pr. barn

-13.500,- kr.

1

Vøggustovubarn

2.400,- pr. mánað

28.800,- kr.

1.823,- pr. mánað

21.876,- kr.

2

Barnagarðsbørn

1.700,- pr. mánað

40.800,- kr.

1.291,- pr. mánað

30.984,- kr.

20,0%

Systkinavsláttur

680,- pr. mánað

-8.160,- kr.

25,0%

645,- pr. mánað

-7.740,- kr.

Kommunuskattur og barnaansingargjøld íalt

 

169.590,- kr.

 

 

150.420,- kr.

Árlig sparing á 19.170,- kr. ella 1.598,- kr. um mánaðin.

 

Hetta einfalda dømi staðfestir sostatt, at skrivingin hjábýráðsliminum um hækkandi skatt heldur ikki, um vit samanbera viðskattaprosentið og barnaansingargjøldini, sum hansara egni flokkur stóð fyriseinast, tá ið hann hevði leiðsluna í býráðnum.

Tølini hanga stutt sagt ikki saman við teimum orðum, sumbýráðslimurin blívur við at føra fram, og so veit eg ikki, um endamálið hjábýráðsliminum er at endurtaka sínar ógrundaðu pástandir í teirri vón, at teirvið tí gerast sannleiki.

Tað harmar meg at gera hetta fyri aðru ferð innan tveirdagar, men eg noyðist enn einaferð at rættleiða býráðslimin og afturvísahansara ógrundaðu pástandum, við at vísa omanfyri standandi roknidømi, sumgreitt vísir, at bæði kommunuskattur og barnaansingargjøld vóru munandi hægri íundanfarna valskeiði, enn tey eru í dag.

Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslimur, hevur sostatt enn einaferðført fram ógrundaðar ákærur ímóti undirritaða og núverandi býráðsmeiriluta, sumeg sjálvandi ikki kann eg ikki lata standa ósvarað.

So enn einaferð tala tølini greitt: Kommunuskattatrýstið og barnaansingargjøldinivóru munandi hægri í undanfarna valskeiði, tá ið Fólkaflokkurin ráddi fyriborgum, enn tey eru í dag, nú Sjálvstýrisflokkurin, Tjóðveldi ogJavnaðarflokkurin manna býráðsmeirilutan.

 

Lániskuldin verðurniðurgoldin

At enda í seinnu grein sínari kemur býráðslimurin við enneinum pástandi uttan at undirbyggja sína skriving – nú um lániskuldina.

Hann skrivar, at “hyggjavit í roknskapin hjá Klaksvíkar kommunu d.d., so síggja vit, at lánini hjáKlaksvíkar kommunu hava ikki flutt seg, síðan vit høvdu borgarstjóraskiftið.Kommunan hevur tó í hesum met-tíðum fingið betrið gjaldføri, men táborgarstjórin alment boðar fólki frá, at Klaksvíkar kommuna fremur mál uttanlántøku, so er hetta beinleiðis skeivt”.

Heldur ikki her megnar býráðslimurin at vera heilt sannur ísínum boðskapi, tí her “loypir hann um bukk” um enn eina týðandi upplýsing viðat “gloyma”, at Klaksvíkar býráð stutt áðrenn ársskiftið í 2012samtykti at yvirtaka KÍ-høllina og Badmintonhøllina og harvið at økja umlántøkuna hjá kommununi.

Hesi lán vórðu sostatt longu samtykt at yvirtaka avundanfarna býráð – eisini við stuðli frá Fólkaflokkinum – hóast tey ikki komu viðí kommunuroknskapin fyri enn árið eftir. Men henda veruleika er býráðslimurinelegantur nokk til at loypa bukk um, tí harvið kann hann gera betra fíggjarstøðunahjá kommununi, tá ið flokkur hansara ráddi fyri borgum, og gera tey samsvarandiverri í hesum valskeiðnum.

Rætta uppgerðin av gongdini í lánunum hjá Klaksvíkar kommunu,síðan hetta valskeiðið byrjaði, er sostatt henda:

Kommunuskuldin 2012-2014 (mió.kr.)

2012

2014