Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Enn fleiri hálvir sannleikar

Nordlysid

Eg undrist á øðina, sum sær út til at fylla Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslim, og sum helst er orsøkin til, at hann framhaldandi túrar fram í miðlunum við einari blanding av hálvum sannleikum, sum tykjast hava ta eina endamál at skaða undirritaða og sitandi býráðsmeiriluta.

Eg undristá øðina, sum sær út til at fylla Eyðstein Ó. Poulsen, býráðslim, og sum helster orsøkin til, at hann framhaldandi túrar fram í miðlunum við einari blandingav hálvum sannleikum, sum tykjast hava ta eina endamál at skaða undirritaða ogsitandi býráðsmeiriluta.

 

Eg havi higartil víst øllum pástandum aftur, sum býráðslimurinførir fram alment, og eg kann so sanniliga eisini blíva við, men tað fer neyvanat tæna nøkrum skilagóðum endamáli.

Tí fari eg at gera skjótt av og bert stutt rættleiðabýráðslimin og hálvu sannleikar hansara:

 

Keypið av KÍ-hølliniog Badmintonhøllini

Samráðingarnar um keypið av hallunum báðum fóru framein  stóran part av 2012, og tannprinsippiella avgerðin at keypa tær varð gjørd í desember mánað 2012.

Í slíkum málum, sum krevja eykajáttan og lántøku, krevjasttvær býráðssamtyktir, og tí mátti málið fyri býráðið enn einaferð í januar  2013 fyri at verða staðfest og eisini fyri atútgreina fíggingina, og tað er hesa samtykt, sum býráðslimurin so hegnisligatekur fram einsamalla, samstundis sum hann aftur elegant “gloymir” at nevnaallan samanhangin og veruleikan, sum er, at keypið longu varð samtykt fyrruferð av býráðnum í desember 2012 – altso í seinastu býráðssetu.

Tí er tað røtt framferð av undirritaða at taka hesalántøkuna við í lániuppgerðina við ársskiftið 2012/13 og als ikki kreativt ánakran hátt. Kommunuskuldin er sostatt niðurgoldin við 14 mió. kr. í hesaribýráðssetuni, samstundis sum gjaldførið er betrað við 10 mió. kr. Tryggur ogskilagóður fíggjarpolitikkur.

 

Fólkaflokkurin leiddiseinastu býráðssamgongu við borgarstjóra og 5 av 6 limum

Seinasta býráðsvalskeið var býráðsmeirilutin mannaður avFólkaflokkinum, sum hevði 5 býráðslimir, harav tann eini var borgarstjóri,meðan undirritaði sjálvur, sum tá einasta umboð Sjálvstýrisfloksins í býráðnum,var tann sætti limurin í meirilutanum.

Eg taki tí sjálvsagt mín part av ábyrgdini, men tá ið einlimur fyri sama flokk, sum nú er í andstøðu í býráðnum, nú byrjar at ákærasitandi býráðsmeiriluta fyri at hækka skattin, so kann eg ikki annað enn vísaá, at tá ið Fólkaflokkurin hevði 5 av 6 samgongulimum í seinastu býráðssetu, távar skatta- og avgjaldstrýstið frá Klaksvíkar kommunu munandi hægri, enn tað erí dag. Longri er tann søgan ikki.

 

Jógvan Skorheim,borgarstjóri