Tá finski bólkurin Barren Earth leitaði eftir nýggjum sangara komu tey í samband við Jón Aldará av Norðoyri. Jón er annars kendur sum sangari í føroyska bólkinum Hamferð, sum hevur gjørt nógv um seg seinastu árini í Føroyum.
Seinasta árið hevur Jón so verið partur av tungmálmsbólkinum Barren Earth og í summar var bólkurin í upptøkuhølum, har teir gjørdu upptøkur til eina nýggja fløgu.
Fyri nøkrum døgum síðani varð fyrsta staklagið av nýggju fløguni lagt út á Youtube. Lagið, sum er heitislagið á komandi fløguni “On Lovely Towers” er nærum 12 minuttir langt og gevur lagið tískil Jón góðan møguleika fyri at vísa tað besta av tí, sum hann megnar sum sangari. Jón er kendur fyri sína heilt serstøku og vøkru rødd, men samstundis er hann eisini av teim bestu sonevndu grólarunum, sum vit hava í Føroyum.
Jón sigur harumframt á facebook-síðu síni, at hetta er eitt tað mest krevjandi lagið, sum bólkurin nakrantíð hevur spælt.
Tú kanst hoyra nýggja lagið her: https://www.youtube.com/watch?v=5UZxhxCBWmQ
Saman við fyrsta staklagnum hevur bólkurin eisini sent út eitt tíðindaskriv, sum tú kanst lesa her:
http://www.centurymedia.com/newsdetailed.aspx?IdNews=15474&IdCompany=3
Fløgan “On Lovely Towers” kemur út 30. mars.




