Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur tikið stig til eina tvørgangandi skipan millum tey trý sjúkrahúsini, har allir sjúklingar í Føroyum við sjúku í landgøgnum – her undir krabbameinssjúku – verða ávístir til viðgerð umvegis ein ábyrgdarhavandi yvirlækna. Talan er um eina tvey ára royndarskipan.

—-
Endamálið við nýggju skipanini er at tryggja øllum føroyingum eina nútímans viðgerð í á sama støði sum í grannalondum okkara. Eitt annað týðandi endamál er, at so nógv av læknaligum arbeiði – bæði útgreinan, viðgerð, eftirviðgerð og eftirkannan – fer fram í Føroyum sum gjørligt, so í størst møguligan mun slepst undan at senda sjúklingar uttanlands í viðgerð.
Nýggja tvørgangandi skipanin tekur støði í tilmæli, sum Krabbameinsstýrisbólkurin legði fyri Karsten Hansen, landsstýrismann, í fjør. Síðani hevur tilmælið verið til viðgerðar á teimum trimum sjúkrahúsunum.
At skipanin er tvørgangandi merkir, at tað verður settur ein ábyrgdarhavandi yvirlækni í urologi, sum hevur til uppgávu at samskipa alt virksemið. Yvirlæknin hevur fakliga ábyrgd av sergreinini, ger avtalur við aðrar serlæknar og skal í samráð við avvarðandi partar staðseta virksemið á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Somuleiðis ger ábyrgdarhavandi yvirlæknin tilmæli um hvørja viðgerðir kunnu gerast í Føroyum ella uttanlands.
Viðgerðin fyri sjúku í landgøgnum verður samskipað millum tey trý sjúkrahúsini og er ætlanina, at teir fakligu førleikar sum eru á økinum í dag skulu gagnnýtast. Tað merkir, at ein partur av skurðviðgerðunum verður á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum hevur serlækna í urologi í føstum starvi.
Eisini er lagt upp til, at allar undankanningar av urologiskum sjúklingum verður á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum harumframt veitir viðgerð fyri nýrastein í sambandi við at sjúkrahúsið hevur tikið ein nýrasteinsknúsara í nýtslu.
Øll visitatión verður á Landssjúkrahúsinum, sum eisini tekur sær av teimum størru skurðviðgerðunum. Eisini verður eitt urologiskt ambulatoriið sett á stovn á Landssjúkrahúsinum.
Jóhan Poulsen verður ábyrgdarhavandi yvirlækni
Landsstýrismaðurin í heilsumálum hevur tikið stig til eina tvørgangandi skipan millum tey trý sjúkrahúsini, har allir sjúklingar í Føroyum við sjúku í landgøgnum – her undir krabbameinssjúku – verða ávístir til viðgerð umvegis ein ábyrgdarhavandi yvirlækna. Talan er um eina tvey ára royndarskipan.
i. Jóhan Poulsen hevur breiðar og drúgvar royndir innan økið úr Danmark, Onglandi og Føroyum. Jóhan Poulsen hevur harumframt royndir sum visiterandi yvirlækni í Danmark.
Uppgávan hjá ábyrgdarhavandi yvirlæknanum verður í fyrstu syftu at samskipa virksemið, t.v.s. gera avtalur við aðrar serlæknar, tilmæla hvat skal viðgerast innanlands/uttanlands og í samráð við avvarðandi partar staðseta virksemi á teimum trimum sjúkrahúsunum.
Heilsumálaráðið