Ert tú búskaparfrøðingur við áhuga fyri tølum ogsamanhangum? Dugir tú at samskifta og greina tøl?
So stendur eitt spennandi starv tær í boði.
Føroya Tele sóknast eftir búskaparfrøðingi tilFíggjardeildina.
Arbeiðsinnihald
Á Fíggjardeildini starvast tveirbúskaparfrøðingar og fíggjarstjórin. Uppgávan hjá deildini er at fyrireika ogforma fíggjarliga grundarlagið undir avgerðum, taka sær av frágreiðing,uppfylging og ráðgeving.
Saman við starvsfeløgunum á Fíggjardeildinikemur tú at arbeiða við:
§ Innanhýsis og uttanhýsis fíggjarfrágreiðingum
§ Fíggjarætlanum, undir hesum modellering/framskriving av inntøkum
§ Virkisætlanum og átøkum
§ KT-amboðum og stórum datamongdum
§ Uppgávum mótvegis eftirlitsmyndugleikum
Umframt hetta loysir tú uppgávur til serlighøvi fyri samtaksleiðsluna saman við hinum deildunum á Føroya Tele.
Førleikar ogeginleikar
Tú ert antin um at vera liðugt útbúgvin ellahevur nýliga fingið útbúgving sum cand.oecon., cand.merc. ella líknandi. Tað erein fyrimunur at hava fakligar førleikar innan fíggjarstýring ella roknskap.
Tú ert før/ur fyri at greina í smálutum ogsamstundis kunna taka samanum og gera niðurstøður. Tað er neyðugt, at tú hevuráhuga fyri KT og vilt læra teg tey amboð, sum eru neyðug fyri at kunna røkjastarvið. Tú fært samband við nógvarstarvsfelagar, og tí er neyðugt, at tú kanst samstarva og samskifta breitt ísamtakinum.
Setanarviðurskiftir
Vit kunnu bjóða eitt spennandi og fjølbroyttstarv í tøttum samstarvi við leiðsluna á Føroya Tele. Góðir møguleikar eru fyribæði fakligari og persónligari menning íeinum framfýsnum og óformligum umhvørvi, har dentur verður lagdur á samstarv ogálit.
Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftiravtalu.
Vit miðja eftir at seta starvið skjótast til ber.
Umsóknir og samband
Umsókn við avrit av prógvum, ummælum og CVskulu vera Føroya Tele í hendi í seinasta lagi 16. februar 2015.
Umsóknin kann sendast til:
Ellatil:
FøroyaTele
Starvsfólkadeildin
Postboks27
FO110 Tórshavn
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Brian Smedemark, fíggjarstjóra tlf. +298 24 31 08 ella á teldupost bsm@ft.fo.




