Lutakast hevur verið um, hvussu spælast skal í Klaksvíkskappingini, sum verður spæld um vikuskiftið.
Lutakast hevur verið um, hvussu spælast skal í Klaksvíkskappingini, sum verður spæld um vikuskiftið.
Víkingur gav avboð til kappingina vegna venjingarlegu í Suðuroynni. Ístaðin fyri er nummar fýra í fjør, NSÍ, við í kappingini. Lutakast hevur verið í kvøld. Tað háttaði seg soleiðis, at vertirnir úr KÍ møta FM vinnarunum úr B36. Í hinari hálvfinaluni møtast HB og NSÍ. Undan lutakastinum var avgjørt, at KÍ kom at spæla kl. 15.00.
Skráin fyri Klaksvíkskappingina er hendan:
Leygardagin kl. 12.45: HB-NSÍ
Leygardagin kl. 15.00: KÍ-B36
Sunnudagin kl. 12.45: Bronsudystur
Sunnudagin kl. 15.00: Finalan
Norðlýsið ger sum vanligt undanfarnu ár nógv burturúr Klaksvíkskappingini, sum ofta gevur góðar ábendingar um, hvussu liðini eru fyri.




