Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skorheim biður um fund við landsstýrismannin

Nordlysid

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, hevur sent landsstýrismanninum í heilsumálum skriv, har hann biður um fund fyri at finna greiðu á, hvat landsstýrismaðurin ætlar við Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, hevur sent landsstýrismanninumí heilsumálum skriv, har hann biður um fund fyri at finna greiðu á, hvatlandsstýrismaðurin ætlar við Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Seinastu dagarnar hevur nógv veriðframmi í miðlunum um Klaksvíkar Sjúkrahús, í sambandi við at Heilsumálaráðiðfyri nøkrum døgum síðan boðaði frá, at urologiin, sum hevur havt nógv virksemiá Klaksvíkar Sjúkrahúsi í nógv ár, framyvir verður býtt út á øll trýsjúkrahúsini í landinum. Millum annað hava løgtingslimir hiðani úr økinum setakritiskar spurningar til landsstýrismannin um hesi viðurskifti.

Norðlýsið vendi sær tí til JógvanSkorheim, borgarstjóra, fyri at fáa eina viðmerking um málið.

– Klaksvíkar Sjúkrahús er eittmálsøki hjá landsins myndugleikum, og tí eru tað okkara landspolitikarar – fyrstog fremst landsstýrismaðurin í heilsumálum og Føroya Landsstýri og síðaniløgtingslimir – ið standa til svars fyri, hvussu hesin søguliga dugnaligiheilsustovnur verður viðfarin.

– Men tá ið tað er sagt, sokann  eg sum borgarstjóri í næst størstukommunu í landinum ikki bara standa sum líkasælur áskoðari, meðan ein sotýðandi stovnur, bæði her í kommununi og fyri alt landið, líður undir manglandigreidleika og opinleika um, hvørjar ætlanirnar eru við honum, sigur einavgjørdur Jógvan Skorheim, sum tí hevur sent landsstýrismanninum í heilsumálum,Karsten  Hansen, umbøn um skjótan fund umstøðuna.

 

Eftirlýsir opinleika um ætlanir

– Klaksvíkar Sjúkrahús er eittlítið, men ógvuliga væl virkandi sjúkrahús, sum í áravís hevur bygt upp einavæl virkandi serviðgerð innan ávís øki. Tað eigur tí eitt sjálvsagt pláss sumein týðandi partur av okkara samlaða heilsuverkið, bæði her og nú og íframtíðini.

– Tey mongu, dugnaligustarvsfólkini har, hava tí uppiborið, at myndugleikin greitt boðar frá, hvørjarætlanir og visjónir hann hevur fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum parti avheilsuverki Føroya, sigur Jógvan Skorheim, sum vónar  at fáa ein skjótan og upplýsandi fund viðKarsten Hansen um hetta álvarsmál.

– Tað er óvirðiligt ímóti starvsfólkunumá Klaksvíkar Sjúkrahúsi at lata tey liva í óvissu um funktiónir ogarbeiðsumstøður, og tí er umráðandi, at landsmyndugleikin meldar greitt og opiðút, hvørjar funktiónir skulu liggja og verða víðari ment á KlaksvíkarSjúkrahúsi.

Harleywoodpaint