Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Símun Kalsø tekur nýtt tørn í meistaradeildini

ki.fo

Powell sent boð eftir Símun til verjustyrk

Símun var eitt stytri skifti í 2024 á ÍF-liðnum og í fjør spældi hann heilar 26 dystir við besta liðnum hjá EB-Streymi. Higartil í ár hevur Símun verið ein av lyklaleikarunum í 2.deild hjá KÍ. Venjarin, Magnus Powell, hevur nú sent boð eftir Kalsø at styrkja um verjupartin. Símun hevur flestu royndirnar á høgra vongbakki og í miðverjuni.  Avtalan millum KÍ og Símun Kalsø er í fyrstu syftu fyri restina av hesum kappingarárinum.

Vit í KÍ ynskja Kalsø bestu eydnu við uppgávuni!