U21-landsliðsleikarin hevur ikki spælt fyri KÍ síðani í 1. umfari og nú skiftir hann til Víking, har hann fer at spæla næstu árini.
Víkingur skrivar:
JÁKUP TIL VÍKING
Víkingur hevur gjørt avtalu við Jákup Norðoy Vilhelmsen, sum inniber at Jákup verður ljósabláur fram til kappingarenda 2028.
Jákup er uppvaksin í KÍ, men hevur eisini umboðað EB/Streym og B68. Eisini hevur Jákup umboðað Føroyar á ungdómslandsliðunum.
Jákup er 22 ára gamal og er verjukendur leikari.



