Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Todi letur upp kafé á Tvøroyri

Jóhann Lützen

Fyrrverandi landsliðs- og yrkisfótbóltsleikarin Todi Jónsson er nú á veg inn í vinnulívið í Suðuroy. Saman við unnustuni Poulinu Øregaard letur hann upp nýggja kafé á Tvøroyri.

Kaféin verður í Kongabrekkuni á Tvøroyri. Sambært Toda er ætlanin at lata upp áðrenn Ólavsøku.

– Vit vænta at lata upp áðrenn Ólavsøku, men tað avhongur av, hvussu arbeiðið gongur og um vit fáa neyðugu góðkenningarnar upp á pláss, sigur Todi við Norðlýsið.

Tey hava funnið navn til staðið, men bíða eitt sindur afturat við at almennkunngera tað.

Todi leggur eisini dent á, at nógv góð hjálp er fingin á staðnum.

– Vit hava fingið sera góða hjálp frá lokalum kreftum, serliga frá Mortani Vang og hansara fólki, sigur hann.

Todi er ein av kendastu føroysku fótbóltsleikarunum nakrantíð, og nú verður næsta stigið tikið saman við Poulinu Øregaard á Tvøroyri.