Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Formaðurin í javnaðarflokkinum ikki sannførdur um at bummgjaldi skal halda fram

John William Joensen

Aksel V. Jóhannesen, er ikki nøgdur við at Norðlýsið tulkar svar hansara soleiðis at hann skal hava sagt at bummgjaldi í Norðoya- og Vágatunlunum skal halda fram. \”Eg havi ikki sagt, at bummgjaldið skal halda fram, men at vit eiga at finna eina samhaldsfasta loysn har øll økir í landinum verða javnstilla, tá tað kemur til fígging av samferðslukervinum í framtíðini!\”

Aksel V. Jóhannesen, er ikki nøgdur við at Norðlýsið tulkar svar hansara soleiðis at hann skal hava sagt at bummgjaldi í Norðoya- og Vágatunlunum skal halda fram. “Eg havi ikki sagt, at bummgjaldið skal halda fram, men at vit eiga at finna eina samhaldsfasta loysn har øll økir í landinum verða javnstilla, tá tað kemur til fígging av samferðslukervinum í framtíðini!”

Á facebook skrivar formaðurin í javnaðarflokkinum: “Eri samdur við Bjarna, at mátin Norðlýsið hevur bólka tinglimir í hesum málið, er eitt sindur undarligur. Eg havi ikki sagt, at bummgjaldið skal halda fram, men at vit eiga at finna eina samhaldsfasta loysn har øll økir í landinum verða javnstilla, tá tað kemur til fígging av samferðslukervinum í framtíðini!”

Annars svaraði Aksel Norðlýsinum soleiðis:

Sum tað er í dag so sleppa útlendingar og onnur sum vitjað næstan ókeypis gjøgnum tunnlarnar um tey ikki sjálvi syrgja fyri at rinda. Her haldi eg at vit áttu at tikið gjaldið umborð á strandferðsluskipum og í undirsjóvartunnlunum upp til nýggja viðgerð har hetta verður viðgjørt í einum størri høpi.

Borgarar sum búgva í einum ávísum økið og sum vóru bundin at eini ávísari farleið áttu at sloppið ókeypis, meðan tey sum brúktu farleiðina av og á kundu rindað ein nógv hægri prís. Her hugsið eg eisini um ferðafólk.

Undir øllum umstøðum mugu vit finna eina skipan sum tekur hædd fyri heildini og ein slík skipan hevði gagna øllum borgarum og útjavna tann ójavnað sum í dag er millum tey sum koyra eftir almennum farleiðum sum eru ókeypis fyri borgaran meðan onnur mugu gjalda hvønn dag fyri teirri farleið sum tey eru bundin at.

Harleyfacadeacryl