Vit fylgja dystunum í Klaksvíkskappingin.
Klaksvíkskappingin: Frálík líkindi eru í Klaksvík í dag, nú kappingin verður spæld.
HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan T. Davidsen, Rógvi Holm, Alex dos Santos – René S. Joensen, Christian R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen – Levi Hanssen, Andrew av Fløtum, Pál M. Joensen
NSÍ: Andras Gango – Michal Przybylski, Monrad H. Jacobsen, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen – Magnus H. Olsen, Jens Joensen, Hákun Edmundsson – Árni Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Meinhard E. Olsen
10 min.: Tað gongur javnt á. Hvørgan av liðunum hevur havt nakran mál møguleika enn.
15 min: HB hevur lagt eitt trýst á NSÍ. Fróði, Jógvan Rói og Andrew hava havt góðar royndir.
18 min.: Risa møguleiki til NSÍ. Innlegg úr høgru og Pól Jóhannus stendur á 5-metrinum, men skallar beint á Teit M. Gestsson.
19 min.: Pól Jóhannus rakar ikki bóltin. Jógvan Rói kemur at standa væl fyri, men skjýtur langt uppum. Nú brennur á í báðum endum og eitt mál liggur í luftini.
27 min.: So er 1-0 til HB. Hornaspark endar við, at Andrew av Fløtum fær skot á, bólturin endar á yvirleggjaranum. Men Rógvi Holm er fyrstur á leysa bóltinum og skorar í tóma málið.
29 min.: Stutt seinni hevur Klæmint A. Olsen góða roynd, men skotið fer beint á Teit. Sera undirhaldandi dystur higartil. Bæði liðini leypa á og hava havt góðar royndir. Men HB er leikliga omaná og hevur havt fleiri møguleikar enn NSÍ.
34 min.: Seinastu løtuna hevur mesta av spælinum gingið fyri seg á miðvøllinum. Annars kann upplýsast, at landsliðsvenjarin Lars Olsen er millum áskoðararnar í dag.
38 min.: Risa møguleiki til HB. Michal missur bóltin og René blívur púra leysur við Gango, men NSÍ málverjin bjargar væl út til hornaspark.
42 min.: Stórur møguleiki til NSÍ. Tað endaði við, at Magnus H. Olsen kemur at standa væl fyri. Men skotið fer beint á Teit M. Gestsson.
Hálvleikur: 1-0 til HB. Undirhaldandi fyrri hálvleikur, har HB hevur verið betra liðið. Bæði liðini hava havt stórar mál møguleikar, men HB hevur havt fleiri.
53 min.: NSÍ hevur skift út. Per Langaard er komin fyri Monrad H. Jacobsen og Jonhard Frederiksberg er komin inn fyri Meinhard E. Olsen. Eingin stórur mál møguleiki hevur verið enn í seinna hálvleiki.
58 min.: Jann Martin Mortensen er komin inn fyri Magnus H. Olsen. Dygdin á spælinum er dalað í seinna hálvleiki. 1-0 til HB framvegis.
60 min.: Stórur møguleiki til HB. Pál M. Joensen skjýtur, Gango hálvbjargar og NSÍ fær rudda burtur á mállinjuni.
62 min.: HB er aftur nær við at skora eftir hornaspark. Jóhan T. Davidsen skallar á yvirleggjaran og út.
72 min.: Framúr vælspælt HB álop endar við, at Pál M. Joensen kemur at standa púra leysur, men Gango stórbjargar.
75 min.: Innskifti Bartal leggur inn til Andrew av Fløtum, sum skjýtur á stongina og út. HB hevur greitt yvirtak nú og spælir til tíðir væl.
83 min.: Fróði Benjaminsen sendur framúr góðan bólt til innskifta Adrian Justinussen, sum fær púra fríðan veg móti málinum. Hann sendir eisini bóltin trygt fram við Gango og so er 2-0 til HB, sum eisini er í tráð við leikgongdina, tí HB hevur víst sannførandi spæl í stórum pørtum av dystinum.
Liðugt: 2-0 til HB bleiv endaliga úrslitið. NSÍ var hampuliga væl við í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki bleiv munurin sjónligur. HB kundi skorað nógv fleiri mál og spældi sannførandi til tíðir. NSÍ verjuparturin hevði trupulleikar, meðan álopsparturin skapti nóg nógvar møguleikar í fyrra hálvleiki. Eingin ivi um, at HB er væl fyri í mun til, hvussu tíðliga á árinum vit eru.