Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

NM 2015 í Klaksvík

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Norðurlendsk talvkapping, NM 2015 hevur verið í Klaksvík hetta vikuskiftið. Talan var um 60 luttakarar, sum hava verið við til talvkappingina og búðu flestu teirra á Hotel Klaksvík, har kappingin eisini var. Tey lótu øll væl at umstøðunum í Klaksvík.

Norðurlendsk talvkapping, NM 2015 hevur verið í Klaksvík hetta vikuskiftið. Talan var um 60 luttakarar, sum hava verið við til talvkappingina og búðu flestu teirra á Hotel Klaksvík, har kappingin eisini var. Tey lótu øll væl at umstøðunum í Klaksvík.

Hetta er norðurlendsk ungdómskapping í talvi, har ungdómar frá Finnlandi, Noregi, Svøríki, Danmark Ísandi og Føroyum hittast og flytur kappingin millum londini hvørt ár.

Kappast varð í bólkum: A bólkurin (1995-1998) B bólkurin (1998-1999) C bólkurin (2000-2001) D bólkurin (2002-2003) E bólkurin (2004-2005)

Sæð við føroyskum eygum var stóri spenningurin í gjár um, hvussu tað fór at hilnast hjá Høgna Egilstoft Nielsen í bólki A, ið eru teir, sum eru føddir 1995-1998. Eftir at hann fyrrapartin tapti í triðja umfari, so eydnaðist tað Høgna seinnapartin at reisa seg og við svarta fólkinum at vinna á Rasmus Thøgersen (2137) úr Danmark.

Tá ið kappingin endaði stóð soleiðis:
1: Danmark 36½ stig
2: Noregi: 34 stig
3: Svøríki 33 stig
4: Ísland 33 stig
5: Finnland 27 stig
6: Føroyar 16½ stig

Endahátíðarhaldið við døgurða, røðum og steypahandan var í gamla møblahandilinum “hjá Hvalvík” kl. 21 í gjárkvøldið. Signhild V. Johannesen, forkvinna í Mentanarnevndini helt røðu fyri luttakarunum og handaði vinnarunum steypini.

Eisini var eitt serligt minnið um Klaksvík og NM 2015 handað øllum luttakarunum – ein húkur á einum steini, sum Hans Hjalti Skaale hevði gjørt.

Kvøldið endaði við, at fólk frá Klaksvíkar Dansifelag kvóðu eitt kvæði, sum allir gestirnir sluppu upp í ringin, og tað hugaði teimum væl.

Gestirnir, sum fóru avstað tíðliga í morgun, lótu allir væl at væl fyriskipaðu kappingini, sum Finnbjørn Vang saman við góðum fólki hiðani hevði skipað fyri.

Myndir frá kappingini
http://faroechess.com/index.php?option=com_content&view=article&id=769:nm-2015-pictures-from-round-1&catid=62:nm-2015