Tey fyrstu tjøldrini eru nú sædd á Norðoyri.
Tey fyrstu tjøldrini eru nú sædd á Norðoyri.
Ikki kann sigast annað enn at móttøkan er so sum so, nú stormur og heglingur er tað fyrsta tjøldrini møta. Men soleiðis hevur tað helst mangan verið. Um grækarismessu tíð hevur veðrið ikki altíð verið av tí besta, men tó, tjaldrið boðar okkum frá ljósari tíðum og tí er tjaldrið ein serliga vælkomin gestur.
Hertil er tó at siga, at vit hava fleiri ferðir sæð tjøldur hildi til á Norðoyri ígjøgnum allan veturin. Men í vetur havi eg í hvussu so er ikki sæð nakað tjaldur.




