Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Torravikan: Í kvøld kl. 20 – Fyrilestur við Pól Sundskarð – At seta sær mál

Ragnhild Ellingsgard

Týskvøldið verður áhugaverdur fyrilestur við Pól Sundskarð á Skúlanum við Ósánna. Pól hevur gjørt tað, sum bert heilt fá fólk í heiminum halda seg megna. Hann hevur gjøgnumført eitt sonevnt Sparthlaton, sum er at renna 246 kilometrar út í eitt. Harumframt hevur runnið umleið 50.000 kilomterar seinastu 10 árini, sum umroknað verður til 14 kilometrar um dagin. Hvønn dag!

Týskvøldið verður áhugaverdur fyrilestur við Pól Sundskarð á Skúlanum við Ósánna. Pól hevur gjørt tað, sum bert heilt fá fólk í heiminum halda seg megna. Hann hevur gjøgnumført eitt sonevnt Sparthlaton, sum er at renna 246 kilometrar út í eitt. Harumframt hevur runnið umleið 50.000 kilomterar seinastu 10 árini, sum umroknað verður til 14 kilometrar um dagin. Hvønn dag!

Umframt at renna hevur Pól eisini verið á øllum fjallatoppunum í Føroyum, hann hevur runnið frá Gásadali til Viðareiðis og runnið frá Klaksvík til Tórshavn, báðu ferð í himmalsins ódnarveðrið. Meðan onnur taka sær av løttum við eini løtu framman sjónvarpsskíggjanum, so hvílur Pól seg við at taka ein túr niðan á okkurt fjall.

Eftir at hava gjøgnumført Sparthlaton í Grikkalandi, sum er ein tann mest krevjandi túrurin í øllum heiminum, hevði Pól staðfest fyri sær sjálvum, at hann kann. At hann megnar alt tað, sum hann setir sær fyri.

Men hann hevur ikki altíð runnið. Sum 46 ára gamal hugdi hann ein dagin í spegilin og lovaði sær sjálvum, at nú var nóg mikið. Hann vigaði ov nógv og hevði eina fatan av, at lívið kundi verða so nógv meira enn bara hetta. So Pól tók eina avgerð. Eina avgerð, sum skuldi broyta lív hansara fullkomiliga og gerast eitt eyðkenni fyri mannin, sum vit kenna hann í dag.

– Eg vildi ikki bara vera eitt kopi meira. Tú kanst liva alt títt lív sum eitt vánaligt kopi, men eg var vorðin troyttur av hesum. Eg vildi liva mítt lív til fulnar, greiðir hann frá í samrøðu við Norðlýsið.Eftir stóru avgerðina framman spegilinum er Pól ein annar maður og fáur er, sum hevur rokkið úrstlium, sum líkjast hansara. Seks maraton í 7 dagar. Staðið á øllum fjallatoppunum í Føroyum. Runnið frá Gásadali til Viðareiðis í himmalsins ódnarveðrið.

Nærum hvønn morgun fer hann upp, meðan flest onnur enn liggja undir heitu dýnuni, og tekur ein túr á 18 kilometrar áðrenn arbeiðstíð. Eitt so víðgongt lív krevur, at tú ert væl fyri og ansar eftir tær sjálvum. Og tað ger Pól. Hann hugsar um hvønn bita, sum kemur í munnin og hann ansar eftir, at kroppurin fær hvíldina, sum honum tørvar. At hvíld í hansara hugaheimi so er at ganga ein langan túr í fjøllunum ella at fara á ein langan rennitúrur við hóvligari ferð – tað er ein heilt onnur søga.

Summi halda, at hann er eitt sindur svakur. Onnur halda, at lívið hjá honum er ein fantastisk og kveikjandi søga, sum kann geva øðrum íblástur. Sjálvur er Pól heldur eyðmjúkur, tá eg spyrji inn til hetta.

– Tað er í lagi, at summi halda meg vera svakan. Eg skilji tey væl, tí alt mítt lív hevur verið eitt sindur úti á kantinum seinastu árini. Men eg hevði heldur viljað, at fólk hugsa, at: “Tá Pól kann, so kann eg eisini!”, greiðir hann frá.

Fyrilesturin hjá Pól Sundskarð verður á skúlanum við Ósánna týskvøldið 17. februar klokkan 20.00