Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

LGBT varpar ljós á vantandi sjónligheit í fólkaskúlanum

John William Joensen

Mikukvøldið, 18. februar 2015, kl. 19.30 skipar LGBT Føroyar fyri ársaðalfundi í Perluni í Havn. Í samband við aðalfundin, varpar rørslan ljós á vantandi sjónligheit av LGBTarum og LGBT næmingum í føroyska fólkaskúlanum. Eisini verður ljós varpað á stóra tørvin á undirvísingartilfari, ið endurspeglar og lýsir føroyskar LGBTarar í dagsins samfelagi.

Mikukvøldið, 18. februar 2015, kl. 19.30 skipar LGBT Føroyar fyri ársaðalfundi í Perluni í Havn. Í samband við aðalfundin, varpar rørslan ljós á vantandi sjónligheit av LGBTarum og LGBT næmingum í føroyska fólkaskúlanum. Eisini verður ljós varpað á stóra tørvin á undirvísingartilfari, ið endurspeglar og lýsir føroyskar LGBTarar í dagsins samfelagi.

LGBT Føroyar hevur biðið Harriet Poulsen, ið bæði er lærari og rithøvundur, um at hugleiða um hesa vantandi sjónligheit og undirvísingartilfar. Harriet Poulsen arbeiðir dagliga sum lærari á NámX í Havn, men hevur eisini skrivað ungdómsleikirnar ”Eitt døkt kamar” ogSamleiki í loyndum”, ið m.a. snýr seg um samkyndleika.

Tríggjar virðislønir handaðar
LGBT Føroyar letur eisini á hvørjum ári tríggjar virðislønir. Talan er fyrst og fremst um Ársins Rólant, ið er virðisløn til LGBTara, ið hevur staðið á odda og barðst fyri javnrættindum fyri henda minnilutabólkin. Fyrrverandi vinnarar eru Bogi Davidsen og Rasmus Rasmussen, sáli.

Síðani verður Ársins hinkynd/ur skýrd. Hesa virðisløn hava Annita á Friðriksmørk, Finnur Helmsdal, sáli, Rigmor Dam, Poul Michelsen og Bjørt Samuelsen áður vunnið.

At enda verður Ársins miðlavirðisløn latin. Hon verður latin persóni, ið umvegis ein ella fleiri miðlar, hevur verið við til at kasta eitt rættvíst og jaligt ljós á føroysk LGBT viðurskifti. Fyrrverandi vinnari er Sakaris Stórá.

Ársins vinnarar verða kunngjørdir á ársfundinum í Perluni.

Føroyskur tónleikur og filmsýning
Umframt sjálvan aðalfundin hjá LGBT Føroyum, fer Benjamin Petersen eisini at syngja nøkur løg, og nýggi stuttfilmurin Sum einglar vit falla” eftir Mariu Winther Olsen verður sýndur alment. Kvøldið endar við LGBT-hugna í Sirkus Føroyar, ið liggur tætt við Perluna.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

Skrá

Ársfundur:

Kl. 19.30 Vælkomin
Kl. 19.35 Gestarøðari: Harriet Poulsen, lærari og rithøvundur
Kl. 19.50 Ársins hinkynd (Sonja Jógvansdóttir handar)
Kl. 20.00 Ársins Rólant (Katrin Kallsberg handar)
Kl. 20.10 Ársins miðlavirðisløn (Kinna Poulsen handar)
Kl. 20.20 Benjamin Petersen syngur nøkur løg
Kl. 20.30 Steðgur (Ókeypis te/kaffi og køkur)

Aðalfundur:

Kl. 20.45 Val av fundarstjóra (Beinta Løwe)
Kl. 20.46 Ársfrágreiðing hjá nevndini við framtíðarætlanum
Kl. 21.00
Nevndarval
Val av varlimum
Roknskapur lagdur fram
Innkomin mál
Ymiskt
Kl. 21.15 Sýning av stuttfilminum “Sum einglar vit falla” eftir Mariu Winther Olsen
Kl. 21.45 LGBT-hugni í Sirkus Føroyar