Kavin er grivin burtur av vøllinum, so tað skuldu verið góð líkindir til finaluna í Klaksvíkskappingini, sum verður spæld í kvøld.
Kavin er grivin burtur av vøllinum, so tað skuldu verið góð líkindir til finaluna í Klaksvíkskappingini, sum verður spæld í kvøld.
Tað hevur annars verið kavi í Klaksvík í dag, men Kommunan hevur hjálpt KÍ soleiðis, at kavin er grivin burtur. Tað merkir, at eingin trupulleiki er við at spæla finaluna í Klaksvíkskappingini í kvøld.
Dysturin millum KÍ og HB byrjar kl. 18.00 og dómari verður Alex Troleis.