Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At seta sær mál

Tekst & Myndir: Dávur Winther

Tað var áhugavert og næstan ræðandi at hoyra eitt av allar fremstu ítróttarfólkunum í Føroyum greiða frá, tilgongdini og røðunum av sigrum, seinastu 10 árini!

Tað var áhugavert og næstan ræðandi at hoyra eitt av allar fremstu ítróttarfólkunum í Føroyum greiða frá, tilgongdini og røðunum av sigrum, seinastu 10 árini!
 

Í gjárkvøldið greiddi Pól Sundskarð, sum partur av torraskránni, frá merkisverdu leið síni undir heitinum – at seta sær mál, í Skúlanum við Ósánna. Væl av fólki var møtt upp at lurta, eisini aðrastaðni frá.
 
Samanbrest við speglið
Fyri góðum 10 árum síðani hevði Pól Sundskarð ein samanbrest við speglið. Onkur annar hevði kanska sagt, “at speglini eru ikki, sum tey vóru fyrr”, Men Pól valdi at taka kampin upp við spegilsmynd sína.
 
1. apríl 2004 fór Pól at renna. Hann var tá 46 ára gamal, var júst vorðin abbi og uppkallaður. Nú ynskti hann at broyta lívsstíl. Vektin var ov stór ella tung og hann rørdi seg næstan ikki. Hetta hóast hann sum ungur, var ítróttarmaður um ein háls, fótbóltsleikari og var eisini við á landsliðinum í fleiri ár.
 
Eftir einum hálvum ári hevði hann mist 30 kg og leiðin helt bara fram. Hann setti sær mál og málini gjørdust bara størri og størri – Ja, vit uttanfyri standandi og tó at summi eru rennandi, kunnu halda at málini eru vorðin ørlig.
 
Marathon, fleiri marathon, øll fjøllini á Viðoynni, Borðoynni og øðrum við, frá Gásadali til Viðareiðis, 161 km í 24 tímar, 185 km í 24 tímar og so frameftir.
Bara í 2014 hevur Pól vunnið sær pláss sum nr. 4 í DM / nr. 1 í sínum aldursbólki, gingið øll 11 fjøllini á Viðoy uppá 12 tímar (46 km); runnið 186 km á Bornholm, gingið øll 23 fjøllini á Borðoynni uppá 24 tímar, 80 km, 5500 hæddarmetrar.
 
Og hann hevur í 2014 eisini runnið Spartathlon í Grikkalandi í meir enn 30 hita stigum – 246 km uppá 35 tímar og 18 min.
 
14 km hvønn dag í 10 ár
Leggur tú allar kilometrarnar saman, hevur hann seinastu 10 árini runnið um áleið 50.000 km. Tað er í miðal 5.000 km/árið. 416 km um mánaðin ella 14 km. um dagin. – hvønn dag… í 10 ár!
 
Toppresentatiónir
2004 | 1. apríl – fyrsti túrur
2005 | Fyrsta marathon
2005 | H.C. Andersen marathon
2009 | 10 marathon í tíðarskeiðinum 2005-2009
2009 | Rundt Bornholm 100 km
2010 | 7 marathon í 6 dagar
2010 | Topp 10 fjøll omanfyri 800 m
2011 | 161 km í 24 tímar
2012 | 185 km í 24 tímar gull í aldursbólkinum
2012 | Topp 10 Føroyar 10 fjøll í 18 tímar!
2012 | 50 km á rennibandi
2012 | 120 rundir á Tórsbreyt 48 km
2012 | 10 ferð øll topp 10 fjøll
2013 | Suðuroyggin, 55 fjøll uppá 2 dagar
2013 | 100 miles (161 km) off road 29 tímar á Bornholm
2013 | Allir fjallatoppar í Føroyum – TJEKK
2013 | Verið á øllum fjallatoppum uppá ½ ár – 340 fjøll frá januar – juli
2013 | Gásadal-Viðareiði 118 km 14 tímar – desember í ódnarveðrið
2013 | Hevur verið á 500 fjallatoppum
2014 | Klaksvík-Tórshavn – 78 km / 6 ferð síðan 2010
2014 | Øll 11 á Viðoy uppá 12 tímar (46 km)
2014 | 186 km Bornholm
2014 | Nr. 4 í DM / nr. 1 í sínum aldursbólki
2014 | Øll 23 á Borðoynni, 24 tímar, 80 km, 5500 hæddarmetrar
2014 | Spartathlon – 246 km uppá 35 tímar og 18 min.
Og so alt tað leysa. t.d. 18 km hvønn morgun, ein dagin Klaksvík-Gjógv 50 km,  ein annan dag Sandvík-Sumba 55 km osfr.
 
Pól nýtir nógva tíð til venjing fyri at náa øllum hesum brøgdum. Men hann vísti eisini á, at um stuðulin ikki var til hetta heiman ífrá, so lat tað seg ikki gera. Í meðal verða nýttir 25 tímar um vikuna til venjing. Hann er í so góðari venjing, at hann hvønn dag kundi farið til eitt marathon.
 
Samstundis sum tað var hugvekjandi at hoyra um stóru málini, Pól setur sær og nær, vart tú næstan móður, sum um tú hevði verið við í ferðini. Men ivaleyst skulu nakrir venjingartímar til, fyri at kunna náa bert einum brotparti – Tó, sum sagt varð: Tað er ongantíð ov seint at byrja.