Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldrasamkoman í Betesda fríggjadagin kl. 15-17

John William Joensen

So verður Eldrasamkoman aftur í Betesda komandi fríggjadag 20. februar kl. 15-17

So verður Eldrasamkoman aftur í Betesda komandi fríggjadag 20. februar kl. 15-17

Hesaferð ferð Eyðun Løkságarð, sum føddur á Viðareiði, har hann traðkaði sínar barnaskógvar, at greiða frá, hvussu tað var at “koma av Viðareiði frá eini lítlari í eina størri samkomu”.

Ætlanin er hesaferð at geva rúm fyri meiri felagssangi enn vanligt hevur verið, tí er gott at hugsa um og koma við uppskoti um onkran sang, sum áhugi er fyri og sum ein hevur kæran.

Góð tíð verður til hugnaprát.

Ein drekkamuður við góðum søtum afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin.