Betesda hevur vanliga hvønn hósmorgun kl. 10 Café, har nógv fólk møta. Í morgun var Caféin partur av Torraskránni og varð tí heitt á Jógvan við Keldu um at greiða eitt sindur frá virkseminum í og út frá Betesda.
Betesda hevur vanliga hvønn hósmorgun kl. 10 Café, har nógv fólk møta. Í morgun var Caféin partur av Torraskránni og varð tí heitt á Jógvan við Keldu um at greiða eitt sindur frá virkseminum í og út frá Betesda.
Væl av fólki møtti upp – eini 200 fólk, eisini úr Eysturoynni og úr Tórshavn. Stórt og væl dekkað borð var í forstovuni, so byrjað var við einum góðum kaffimunni við alskyns køkum og bollum. Eyðun, Árni og Janus Jacobsen, Jákup Absalonsen og Henny Gerðalíð hugnaðu um við nøkrum sangum.
Síðani varð farið inn í stóra salin, har Jógvan við myndum greiddi frá og vórðu vístar fleiri áhugaverdar eldri og nýggjari myndir.
Samkoman varð sett á stovn 1917, tá Jens Clæmint og Sára Isaksen komu av Viðareiði saman við børnunum. Síðani komu Elieser Poulsen úr Gøtu og Jógvan Kjølbro í samkomuna í 1920unum.
Greitt var áhugavert frá um menningina av Klaksvík og samkomuni, um barna- og ungdómsarbeiði, um grammofonupptøkunar, og tá kórið “Ljómur” úr Vági kom norður at taka upp. Eliesar byrjaði kórið í 1926 – sama kórið, sjálvandi við útskiftingum – sum enn syngur í Betesda.
Eliesar Poulsen var ein serstakur maður og dugdi at síggja tað virðið í Kingo-sanginum í Tjørnuvík. So hann heitti á Kjølbro, umhann ikki kundi senda Britons Pride (bygdur í Onglandi 1898 – sakk við Føgru líð í 1967)eftir monnunum í Tjørnuvík, føra teir til Klaksvíkar til upptøkur og so føra teir norðuraftur? Jú, Kjølbro lat sær siga, og tí eiga vit enn í dag ein virðismiklan dýrgrip av sangsøgu Føroya. Hesar upptøkurnar vórðu gjørdar í skúlanum fyrst í 1950unum.
Eisini varð greitt frá serliga møtibátin “Sendiboðið”, sum sigldi millum oyggjarnar og út á bygdirnar frá fyrst í 1940unum til síðst í 1960unum. Greitt varð eisini sangkórinum og mongu uttanlands ferðunum hjá kórinum, sum longu varð stovnað í 1926 og hevur virkað á hvørjum ári síðani.
Til seinast varð víst ein samansett mynd av teimum 15 trúboðarapørunum, sum virka í Føroyum og víða um úti í heimi.
Á heimasíðuni hjá Betesda http://betesda.fo sæst at har er nógv ymiskt virksemi og karmarnir mitt í býnum mugu sigast at vera rættiliga góðir í nýggjum og stásiligum bygningi:
Evangeliskt møti, sunnudagsskúli, breyðbróting, bønarmøti, frítíðararbeiði, sangvenjing, mammubólkur,eldrasamkoma,uppbyggingarmøti, bønarløta, Café, ungdómsmøti og opið hús fyri ung, sum er leygarkvøld.




