Hetta var heitið á áhugaverum hugleiðingum á Torraskránni, sum Mortan Johannesen greiddi frá í Smæruni í gjár. Hópin av fólki hevði leita sær í Smæruna, eisini skyldfólki hjá Mortani norðan úr Sundi á aðrastaðni við.
Hetta var heitið á áhugaverum hugleiðingum á Torraskránni, sum Mortan Johannesen greiddi frá í Smæruni í gjár. Hópin av fólki hevði leita sær í Smæruna, eisini skyldfólki hjá Mortani norðan úr Sundi á aðrastaðni við.
Mortan greiddi frá barnaárunum og fortaldi, at foreldrini búðu í Hvannasundi í fýra ár, men mamman longdist aftur til Skopunar, haðani hon var, og tí fluttu tey hagar, har Mortan vaks upp.
Mortani gekst ikki so væl í skúlanum og honum longdist burtur. Longu sum 11 ára gamal fór hann ein stuttan túr við Kalsevni, har pápi hansara var skipari. Menninir vóru góðir við hann og sum Mortan tók til, teir høvdu hann sum eina pisu umborð. Hjálptu hon og argaðu hann alt í senn, men Mortan treivst væl umborð.
Tá ið Mortan vað liðugur við skúlan, lovaði hann sær sjálvum, at hann skuldi ongantíð aftur í skúla. Hetta lyftið breyt hann tó, tá ið hann fór á skiparaskúla í 1962 sum 20 ára gamal.
Mortan, sum ikki er skorin fyri tungubandi greiddi hugtakandi frá nógvum ymiskum tilburðum á sjónum. M.a. tá ið Hans Hedtoft 30. januar 1959 á síni fyrstu ferða frá Grønlandi sakk í ódnarveðri. Onkur hevur kallað Hans Hedtoft tað grønlendska Titanic. Við Hans Hedtoft vóru manning, sum taldi 40 og 55 ferðafólk.
Tað hevði verið av ringasta veðri og nógvur ísur. Men Fiskanes, sum Mortan var við hóraði við tógvið stríð undan. Teir høvdu samband við Hans Hedtoft, men veðrið var so ringt og nógvur kavaælingur, at ikki var hugsingur um at hjálpa. Mortan metti, at teir mundu vera um fimm fjórðingar frá Hans Hedtoft, tá ið teir vóru honum næstir.
Onkur annar bátur royndi at sigla Hans Hedtoft til hjálpar eisini, men eftir at hava sent neyðarkalla kl. 13.56, boðaði telegrafisturin frá, kl. 17.41 “Vit søkka…”
Fiskanes hevði regluligt samband við onnur skip, men vegna tað at antennan slitnaði niður í ringa veðrinum, varð hildið tað ringasta um lagnuna hjá Fiskanes. Ikki fyrr enn nakað seinni, tá ið veðrið varð blivið frægari, fingu teir rigga antennuna upp aftur og boðað frá sær.
Aftaná frágreiðingina hjá Mortan var høvið at spyrja. Tá vísti tað seg, at fleiri av áhoyrarunum høvdu verið við Jóannes Patursson, sum sigldi til marknað og onkur við Skálaberg, sum var uppi á Halanum, men høvdu allir fylgt við hvussu gekk hjá Fiskanes. Fiskanes, Jóannes Patursson og Skálaberg vóru allir til ísfisk. Allir andaðu lættan, tá ið teir aftur hoyrdu “málið í Fiskanes”, sum var komin um tað ringasta, greiddu fleiri av monnunum frá, sum lýddu á.
Ein kaffimunnur varð boðin aftaná og nógv var at siga frá hjá teimum ymsu áhoyrarunum.
Í dag kl. 16 er tað Finn Kjølbro, sum greiðir frá í Smæruni um, at tað í ár eru 100 ár, síðani Kjølbro læt upp egnan handil á Biskupstøð.




