Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dímunarhellið í Klaksvík

John William Joensen

Hellið í Lítlu Dímun, sum er sett upp í Sjónám, ið liggur uttast á havnarlagnum á vestursíðuni er longu væl vitjað – opið er í dag millum 13 og 16.Leygardagin er opið frá kl. 11.00 – Kl. 16.00.

Hellið í Lítlu Dímun, sum er sett upp í Sjónám, ið liggur uttast á havnarlagnum á vestursíðuni er longu væl vitjað – opið er í dag millum 13 og 16.
Leygardagin er opið frá kl. 11.00 – Kl. 16.00.

– kl 15.00 kemur Ellindur Abrahamsen at greiða frá, tá ið hann sum skipari á Ólavi Halgi lá útifyri Lítlu Dímun, meðan menn lógu veðurfastir í hellinum í tríggjar dagar. Eisini kunna hvalbingar um Heillið og onkrar vandaferðir í Lítlu Dímun.

Inni í hellinum er bóli, sum er umleið tvær ferðir tveir metrar langt. Har eru lagdar fjalar, sum hoyggj og síðani hessjan er lagt útyvir. Her hava menn ligið manga nátt, tá veðrið ikki hevur verið teim til vildar. So seint sum í 1988 lógu 10 mans veðurfastir í hellinum í samfullar tríggjar dagar. Teir fingu tó mat skotnan niðan frá verjiskipinum, sum lá út fyri oynna.

Hesir tríggir dagarnir vóru tó ikki eins skakandi og tiltikna ferðin, tá menn lógu veðurfastir í hellinum í 1964.

Sjónám
Sjónámi kunnar eisini um teirra virksemi – Trygd á sjónum og til ber at síggja húsið og venjingartangan.

Um Sjónám:
Sjónám fevnir um skiparaskúla, grundskeið í útbúgvingini til skipsatstøðara og trygdarmiðstøð. Og myndar sjóvinnuútbúgvingarøkið undir leiðsluni á Tekniska skúla í Klaksvík.
 
Sjónám er ISO 9001 góðkend frá 5 september 2008, Achilles góðkend í desember 2013 og føroyskt tjóðarumboð í altjóða felagsskapinum hjá trygdarskúlum (IASST).
 
Skiparar:
Skiparaútbúgvingin gevur rætt til at vera stýrimaður og skipari á øllum støddum av fiskiskipum. Eisini gevur eitt skiparaprógv rætt til at vera stýrimaður ella skipari á handilsskipum upp til 3000 BT. Skiparaútbúgvingin tekur hálvtannað ár. Síðsta umsóknarfreist er 04.12.2015. Næsti skiparaflokkur byrjar25.01.2016.
 
Skipsatstøðarar:
Endamálið við grundskeiðinum í útbúgvingini til skipsatstøðara skal geva næminginum grundleggjandi ástøðiligar og verkligar førleikar, so at næmingurin er førur fyri at átaka sær alt fyrifallandi arbeiði á dekki og í maskinrúmi umborð á skipi á tryggan og fullgóðan hátt.
Saman við 9 mánaðar siglingartíð við skipi yvir 200 tons fæst atgongd til framhaldandi lestur til skipara. Er eisini dugnaskaparroyndin staðin, gevur útbúgvingin rætt at føra skip upp til 100 tons út á 30 fjórðingar úr landi, um tann lesandi eisini hevur ognað sær siglingstíð. Eisini ber til at sigla og taka endaskeið til fulltiknan skipsatstøðara. Skeiðið tekur ½ ár. Síðsta umsóknarfreist er 15.05.2015. Næsti skipsatstøðaraflokkur byrjar10.08.2015.
 
Skeiðvirksemi:
Hjá Sjónámi er skeiðsluttakarin altíð í miðdeplinum. Vit bjóða góðar umstøður, nýggj høli og góðar og ágrýtnar lærarar. Sjónám bjóðar viðskiftafólkum okkara hópin av skeiðum m.a. trygdarskeið, FRC-skeið, bátaføraraskeið, HUET-skeið og BOSC-skeið. Eisini ber til at bíleggja t.d. fyrstuhjálparskeið, ymiskt radioskeið innan GMDSS, §16-skeið og heilsuskeið á heysti 2015.
 
Á Torradøgunum í Klaksvík kanst tú síggja tiltikna Dímunahellið á framsýning, sum verður á Sjónám hósdag, fríggjadag og leygardag. Umframt sjálvt hellið verða eisini fyrilestrar, framløgur o.a. leygaradagin, har menn úr Hvalba greiða frá. Eisini verða framløgur um Sjónám á skrá.