KT-leiðin er nýggjur møguleiki hjá studentum á Tøknibreytini
Nú bjóðar Tekniski Skúlin í Klaksvík eisini eina nýggja leið á gymnasialu tøknibreytini. Teir næmingar, sum byrja á tøknibreytini í august 2015, hava møguleika at velja KT-leiðina, sum er ætlað teimum við serligum áhuga fyri kunningartøkni.
Eins og tøknibreytin annars, gevur hendan leiðin atgongd til flestu hægri útbúgvingar á náttúruvísindaliga og tøkniliga økinum, men KT-leiðin er serliga snikkað til framhaldandi læru ella hægri útbúgving innan KT-heimin, eitt nú innan KT-verkfrøði.
Næmingar, sum velja KT-leiðina, hava umframt kravdu lærugreinirnar á tøknibreytini, kunningartøkni á B stig og forritan á C stig. Har fáa teir møguleika at gera appir, animatiónir og at menna telduspøl, umframt at arbeiða við databasudesign, IT-trygd og webdesign.
Val av lærugreinum á tøknibreytini fer fram aftaná upptøku.
Leygardagin 21. februar kl. 10 til 14 er Opið Hús á Tekniska Skúla. Tá er møguleiki at síggja góðu umstøðurnar á skúlanum, hitta næmingar og lærarar og fáa nærri kunning um møguleikarnar á skúlanum. Øll eru hjartaliga vælkomin.




