Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hellið í Lítlu Dímun”

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Hugtakandi var at síggja hellið í Lítlu Dímun, sum var sett upp í Sjónám sum partur av torraskránni. Nógv fólk hava vitjað allar dagarnar og serliga í dag, tá ið hvalbingar og Ellindur Abrahamsen greiddur frá um vandaferðir í oynni.


Stovan var næstan ov lítil í dag, so nógv fólk vóru við til at lýða á – kl. 15.00, tá ið Ellindur Abrahamsen, sum var skipari á Ólavi Halga í 1988, greiddi frá, um tá ið hann lá útifyri Lítlu Dímun har 10 mans lógu veðurfastir í hellinum í samfullar tríggjar dagar.

Eisini greiddi Róin Schrøder, næstformaður og kassameistari í felagnum “Lítlu Dímun” frá um vandaferðir, seyð og hagreiðing. Og sjálvandi um tá ið Ólavur lá uttanfyri og skeyt teimum termoteppir og onkran matpakka uppá land.

Tað var ikki heilt ódramatiskt, tá ið veðrið varð blivið frægari og valt varð at taka menninar av oynni. Teir máttu passa sær løgir, tí báturin, teir skuldu loypa í, hivaði eini 4 m.

Manning og skipari á Ólavi Halga fingu rós frá hvalbingunum. Tó at einki fekst gjørt teir fyrstu dagarnar, so var tað ein tryggleiki at báturin lá uttanfyri. Teir fingu samskiftistól, sum tó ikki virkaði, tí eingin løgin var í battaríunum. Men so fingu hvalbingarnir sett nøkur battaríir saman við leidningum, teir funnu í hellinum og so bar til at samskifta.

Jú, har var nógv áhugavert á skránni at greiða frá – eisini at termoteppini vermdu væl, tó at tað var kalt í hellinum, men tað ringasta var, at tey larmaðu nakað illa.

Sjálvandi bar eisini til at síggja Sjónám og varð kunnað um tey mong skeið, teir veita.