Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Móttøka og avdúking av búmerki hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu

Nordlysid

Fríggjadagin 27. februar 2015 kl. 15:00 hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) móttøku í Skúlanum við Ósánna í sambandi við, at Marna Arge Ellingsgaard, sjúkrarøktarfrøðingur, er byrjað í starvinum sum leiðari fyri NBH. Eisini verður búmerkið avdúkað.

Fríggjadagin 27. februar 2015 kl.15:00 hevur Norðoya Bú- og Heimatænasta (NBH) móttøku í Skúlanum við Ósánna ísambandi við, at Marna Arge Ellingsgaard, sjúkrarøktarfrøðingur, er byrjað ístarvinum sum leiðari fyri NBH. Eisini verður búmerkið avdúkað.

 

1.januar 2015 yvirtók NBH eldraøkið í Norðoyggjum frá landinum, og Marna ArgeEllingsgaard byrjaði tá formliga í leiðarastarvinum.

Marnaer útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1990 og hevur drúgvar sjúkrarøktarfakligarroyndir innan eldraøkið, við tað at hon hevur arbeitt í Heimatænastuni yvireitt 18 ára tíðarskeið, bæði sum sjúkrarøktarfrøðingur og síðani í góð 5 ár sumleiðari á eldrasambýlunum í Klaksvík.

Eisinihevur hon fakligar royndir innan heilsuverkið frá tí medisinska- og tíkirurgiska økinum, frá instensivari deild, hospice og sum lærari í sjúkrarøkt áFróðskaparsetrinum.

Eftirlokna útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur hevur Marna tikið útbúgving sumkliniskur praktikkvegleiðari fyri lesandi og næmingar, Masterútbúgving íÚtbúgving og Læring, og í 2013 fór hon undir diplomútbúgving í leiðslu á FøroyaHandilsskúla, sum væntandi verður liðug í 2015.

Við móttøkunaverður høvi at heilsa upp á nýggja leiðaran.

 

Búmerkið verður avdúkað
Umársskiftið útskrivaði stýrið fyri NBH eina búmerkjakapping. Inn komu 13 uppskot,og hevur ein dómsnevnd tikið støðu til vinnandi uppskotið.

Við móttøkunaverður nýggja búmerkið avdúkað, samstundis sum vinnarin fær virðisløn handaða.

Øll eruhjartaliga vælkomin til hesa móttøku.